Annað

Team Rynkeby savnaði knappa hálva aðru millión inn

1.480.000 krónur frá Team Rynkeby Føroyar til álvarsliga sjúk børn.

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2022-09-27 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á samkomu á Reinsarínum leygardagin 24. september avdúkaði Trygvi Kallsoy, liðskipari, upphæddina, sum Team Rynkeby Føroyar hevur savnað inn seinasta árið. 

Úrslitið gjørdist 1.480.000 krónur. Peningurin verður brúktur til gransking og sum stuðul. Høvuðsendamálið við innsavningini er at stuðla gransking, og grunnurin hevur veitt stuðul til tvær granskingarverkætlanir, harav onnur er liðug. 

1,23. mió. krónur fara til børn við álvarsligari sjúku. Team Rynkeby Føroyar hevur øll árini havt tætt samstarv við Krabbameinsfelagið. Team Rynkeby Føroyar skivar, at tey fyrstu árini stuðlaðu tey børnum við krabbameini, men seinnu árini er grunnurin víðkaður til eisini at fevna um børn við álvarsligari hjarta- og lungnasjúku. Fyri at halda rakstarútreiðslunum so lágum sum gjørligt, verður grunnurin umsitin av Krabbameinsfelagnum. Hetta hevur havt við sær økt samstarv við onnur sjúklingafeløg sum Hjartafelagið og Cystisk fibrosufelagið. Føroysk børn við krabbameini fara til Danmarkar í viðgerð, og tí fær Børnecancerfonden eisini ein part av stuðlinum. 

Sál, sorg og saknur er hin høvuðsbólkurin, og 250.000 kr eru tillutaðar hesum bólki. Tað eru nógv børn og ung, sum hava upplivað sorg og sakn, tí at foreldur, systkin ella vinfólk eru deyð. Berin varð stovnaður fyrst í hesi øldini og hevur gjørt eitt megnar arbeiði við sjálvhjálparbólkum, og tí valdi Team Rynkeby Føroyar fyri nøkrum árum síðani eisini at veita stuðul til teirra arbeiði. 

Tíverri eru eisini nógv børn og ung, sum av ymiskum orsøkum hava ilt í sálini. Tískil hevur Team Rynkeby Føroyar eisini valt at stuðla Sinnisbata, so tey hava betri ráð til at skipa fyri samrøðubólkum v.m. okkara børnum og ungu at frama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder