Hondbóltur

Teis á TV2 Sport og TV2 Play í kvøld

Strikuspælarin hevur stóran leiklut í løtum hjá Ribe-Esbjerg, sum klokkan 19 tekur ímóti TTH Holstebro. Dysturin kann síggjast.

Í kvøld skal 29-ára gamli havnarmaðurin spæla sín seinasta dyst í Danmark undan landsliðssteðginum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í kvøld skal 29-ára gamli havnarmaðurin spæla sín seinasta dyst í Danmark undan landsliðssteðginum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-23 14:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teis Horn Rasmussen skifti seint í summar til Ribe-Esbjerg. Harvið tók sterki føroyski strikuspælarin fetið upp úr næstbestu donsku deildini.

Eftir nakað av tilvenjing hevur Teis fingið størri leiklut nú, og var hann millum annað við til at tryggja ein javnleik móti GOG 12. oktober.

Í kvøld skal 29-ára gamli havnarmaðurin spæla sín seinasta dyst í Danmark undan landsliðssteðginum  - Føroyar skulu til Golden League í Noreg í næstu viku.

Klokkan 19 vitjar TTH Holstebro, sum eins og Ribe/Esbjerg hevur 7 stig fyri átta dystir í Herreligaen.

TV2 Sport, sum millum annað er á Televarpinum, vísir dystin. Harvið sæst uppgerðin hjá Teis Horn Rasmussen og teimum eisini á stroymingartænastuni TV2 Play.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder