Annað

Teitur og David til harða kapping í Danmark

Báðir skulu teir boksa tveir dystir í altjóða kappingini Tuff Nuff.

2024-04-08 18:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku nevaleikararnir Teitur Annand og David Kunoy skulu aftur um vikuskiftið uttanlands fyri at royna sína styrki í kapping í Danmark.

Talan er um altjóða kappingina Tuff Nuff, sum gongur fyri seg í Vordingborg. Boksarar úr 12 londum eru við til hesa kappingina, og ikki færri enn 300 boksarar hava boðað frá luttøku.

Talan verður helst um harðastu kapping, sum føroysku boksararnir higartil hava roynt, tí í hesi kappingini skulu teir boksa tveir dystir, líka mikið hvat úrslitið av fyrra dystinum er, og tað er ikki vanligt.

Enn einaferð eru vónir um, at føroysku boksararnir koma heimaftur við gyltum málmi um hálsin, skrivar Tórshavn Boksing á Facebooksíðu síni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder