Soleiðis stilla liðini uppá Tórsvølli í kvøld - fyrsta bríksl verður klokkan 19.45
Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Jóan Símun Edmundsson
Danmark (3-4-3): Kasper Schmeichel - Viktor Nelsson, Christian Nørgaard, Anders Christensen - Rasmus Nissen Kristensen, Mathias Jensen, Anders Christiansen, Jens Stryger-Larsen - Mohammed Daramy, Jonas Wind, Jacob Bruun Larsen
Fótbóltur
Teitur verjir føroyska málið - Hallur og Jóan Símun við frá byrjan hesuferð
Tríggjar broytingar eru í føroysku byrjanaruppstillingini. Gunnar Nielsen, Jákup B. Andreasen og Klæmint Andrasson Olsen víkja plássið í mun til dystin móti Ísrael. Harvið verður sama bakketa sum til dystin móti Ísrael. Danir hava gjørt níggju broytingar.
Teitur Matras Gestsson fær óvæntað møguleikan í málinum hesuferð. Her eftir venjingardystin móti Danmark í Herning í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
2021-09-04 18:29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald