442 mál eru skorað í 135 dystum í Betrideildini hjá monnum í júst farna kappingarárið.
At velja besta málið av hesum er trupult, men í samband við sendingina "45" hjá Televarpinum, har tikið varð samanum kappingarárið, hevði Niels Petersen skorið valmøguleikarnir væl og virðiliga niður.
Kendi frásøgumaðurin av Tvøroyri avdúkaði saman við John Andersen fimm mál. Tað var býtt eitt sindur upp, so talan er um ymisk mál: Langskot, fríspark, liðmál og einmansavrik.
Talan var um hesi málini:
- Brian Jakobsen, B36 (móti NSÍ í 5. umfari)
- Ronni Møller-Iversen, 07 Vestur (móti EB/Streymi í 15. umfari)
- Jóannes Bjartalíð, KÍ (móti NSÍ í 15. umfari)
- Mohammed Samba, B68 (móti Víkingi í 19. umfari)
- Árni Frederiksberg, KÍ (móti Víkingi í 22. umfari)
Til ber at síggja avdúkingina og øll málini her
Televarpið boðar frá, at atkvøðugreiðslan endar fríggjadagin 18. november kl. 12. Atkvøðast skal á Sona appini, og ymiskir vinningar eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald