Televarpið fer hesa vikuna at síggja tríggjar av teimum fýra dystunum, har føroysk lið luttaka í Evropa.
Byrjað verður við upptakt til brakið Bodø/Glimt-KÍ longu frá klokkan 16:30. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 17. Tann dysturin verður sendur á R5 rásini hjá Televarpinum.
Tá tann dysturin er liðiugur er klárt at hyggja eftir tí næsta. Víkingur og Europa FC spæla klokkan 19 á Tórsvølli og dysturin verður sendur á Rás1.
Hósdagin er aftur evropafótbóltur á Rás1, tá HB tekur ímóti Newtown klokkan 19.
B36 spælir ímóti FK Borac Banja í Bosnia Herzegovina, men tað hevur ikki eydnast Televarpinum at fingið rættindi til hendan dystin.
Sum skilst verður heimadysturin hjá B36 í næstu vístur í Televarpinum, umframt dystirnir hjá hinum trimum liðunum í Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald