
Tveir evropeiskir heimadystir eru á skránni í vikuni. Mikudagin tekur KÍ ímóti svenska meistaraliðnum BK Häcken, og hóskvøldið vitjar walisiska Haverfordwest B36 í Gundadali.
Talan er um 2. umfar í ávíkavist Champions League og Conference League, og dystirnir verða vístir í ávíkavist Kringvarpinum og Televarpinum.
Tað seinna er heilt víst: At Televarpið sendir frá dystinum í Gundadali 27. juli. Tað hevur Portalurin fingið váttað. Televarpið hevur sent allar evropeisku dystirnar hjá føroysku liðunum í summar, undantikið teir hjá KÍ.
Í Klaksvík er neyðugt við stórari framleiðslu og umleið níggju upptøkutólum. Tað var Kringvarpið, sum tók sær av hesum og sendi heimadystin móti Ferencvárosi í fyrsta umfari, og soleiðis verður sum skilst eisini hesa ferð. Tað er tó ikki endaliga komið uppá pláss í skrivandi stund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald