Fleiri av føroysku talvfeløgunum hava havt serstakar snarkappingar í desember, sum annars hevur verið friðarligur við telving. Landskappingin hevur ligið still síðan seint í november, men nú eftir nýggjár verður herjað á aftur.
Tey trý stóru talvfeløgini í landinum, í Sandavági, í Klaksvík og í Havn hava havt snarkapping um jólini.
Í Sandavági var stór kapping 17. desember. 24 telvarar vóru við. Telvað vóru ellivu umfør. Høgni Egilstoft Nielsen vann við 10½ stigi. Honum næstur, eitt hálvt stig aftari, var Jón í Horni Nielsen. Síðani endaðu Torkil Nielsen og Jón Atlason javnir við 8 stigum hvør. Nummar fimm gjørdist Jónfinn Thomsen við hálvumsjeynda stigi.
Í Klaksvík vóru trettan telvarar við í snarkappingini 2. jóladag. Terji Petersen vann við 9½ stigi, síðani endaðu Rani Baldursson og Ingolf Gaard javnir við 9 stigum.
Í Havn var snarkapping leygarkvøldið 20. desember, tá árliga jólaborðhaldið var. Útisetarnar gjørdu bart og vóru bestir. Jóan Hendrik Andreasen vann við fullum stigatali (10/10), og Rógvi W. Rasmussen endaði nummar tvey við 8 stigum. Nummar trý var Sigurð B. Justinussen.
Ovurstór luttøka í Janus Open
Nú eftir nýggjár verður aftur farið at telva. Fyrst á skránni er fjórða umfar í landskappingini, ið verður 4. januar.
Í 1. deild verður telvað soleiðis:
Sandavágur (A) - Klaksvík (B)
Klaksvík (A) - Havnin (A)
Sandavágur (B) - Havnin (B)
Støðan í 1. deild eftir triðja umfar er henda:
Sandavágur (A) 8½ stig
Havnin (A) 7½
Klaksvík (A) 6½
Havnin (B) 6½
Sandavágur (B) 3½
Klaksvík (B) 3½
Annað vikuskiftið (9.-10.- 11. januar) verður stór talvstevna á Eiði. Tá er onnur kappingin í røðini Janus Open á skránni. Ikki færri enn 129 telvarar hava higartil boðað frá luttøku – fleiri koma úr útlondum.
Telvað verður í Kolshøll á Eiði.
Og vikuskiftið eftir Janus Open stendur fimta umfar í landskappingini fyri tørni. 18. januar bresta oddaliðini Sandavágur og Havnin saman í fyrra obligatoriska toppdystinum.
HM í kvik- og snartalvi
Annað, ið er vorðin fastur talvtáttur um jólini, eru heimsmeistarakappingarnar í kviktalvi og snartalvi. Mong munnu vera tey, ið nýta høvið at fylgja við í tí, sum norska NRK-kringvarpið sendir í døgunum millum jóla og nýggjárs frá hesum kappingum.
Í ár verður telvað í Katar. Magnus Carlsen hevur vunnið kvikkappingina, og nú 30. desember fæst at vita, hvør vinnur snarkappingina. Eftir fyrra kappingardagin í snarkappingini stendur á jøvnum í oddanum millum Erjun Arigaisi úr India, Maxime Vachier-Lagrave úr Fraklandi og Fabiano Caruana úr USA. Teir hava 10 stig fyri trettan umfør. Magnus Carslen hevur í løtuni 9 stig.
Um middagsleitið verður farið undir umførini 14-19. Síðani eru hálvfinalur og finala á skránni.
Í alt 252 telvarar eru við. Eingin er úr Føroyum. Helgi Dam Ziska vann FM í bæði kvik- og snartalvi fyri einum mánað síðani. Okkum stendur frítt at senda besta umboðið við í hesar kappingar, men kanska er áhugin ikki tann besti at offra bæði jól og nýggjár til slíka kapping í so fjarskotnum landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald