2019-07-07 14:20
Føroyska liðið í tennis hevur spælt í liðkappingini á oyggjaleikum í Gibraltar í dag.
Føroyar spældu árla í morgun móti Gotlandi. Men gotlendingar vóru ov sterkir til at føroysku tennisspælararnir kundu gera nakað við tað.
Bæði Pætur M. Dahl og Jón Brekku taptu sínar dystir 2-0, og so var óneyðugt at spæld tvímansleikin, sum bara verður spældur um so er at tað stendur á jøvnum eftir teir báðar einmansleikirnar.
Einstaklingakappingin í tennis byrjar í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald