Annað

Føroyskt dreingjalandslið í tennis á fyrsta sinni til altjóða kapping

U14-landsliðið hjá dreingjum er í hesum døgum í Fraklandi - U12-genturnar vóru farna vikuskifti í Eysturríki.

Teir, ið umboða Føroyar sum spælarar eru Rókul Slættanes, Hans Lau av Fløtum, Nóel Berglind og Helgi J. Brekku. Jón Brekku er venjari og Óla Hendrik av Fløtum

Teir, ið umboða Føroyar sum spælarar eru Rókul Slættanes, Hans Lau av Fløtum, Nóel Berglind og Helgi J. Brekku. Jón Brekku er venjari og Óla Hendrik av Fløtum

2026-02-03 16:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum luttekur U14-landsliðið hjá dreingjum í tenniskapping í býnum Pornic í Fraklandi.

Hetta er fyrstu ferð, at ungdómslandslið við dreingjum luttekur í altjóða tenniskapping.

Teir, ið umboða Føroyar eru Rókul Slættanes, Hans Lau av Fløtum, Nóel Berglind og Helgi J. Brekku.

Venjari er Jón Brekku, og Óla Hendrik av Fløtum er hjálparvenjari.

Síðsta vikuskifti umboðaðu Ása Heinesen Højsted og Sybilla Viderø Føroyar við U12 landsliðnum, tá ið tær luttóku í evropeisku vetrarkappingini í Eysturríki.

[object Object]Ása Heinesen Højsted og Sybilla Viderø Føroyar 

Tann 1. januar í ár gjørdist Føroyar limur í Tennis Europe og altjóða tennissamgongduni ITF, og hesin limaskapur gevur Føroyum atgongd til aljtóða kappingar.

Tennissamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder