Hondbóltur

Tepur sigur til oddaliðið

Hoyvíkingar eru á odda í deildini við sigri á Neistanum í dag. Eitt mál var á muni. KÍF og VÍF vunnu sínar dystir.

Hilmar Leon Jakobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hilmar Leon Jakobsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-03 23:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var spenningur í Høllini á Hálsi seinnapartin tá Neistin tók ímóti H71. Støðan í hálvleikinum var 17-11 til hoyvíkingar í steðginum, og tí var einki sum bendi á, at dysturin skuldi blíva spennandi.

Men H71 dragnaði í seinna hálvleiki, og Neistin át seg spakuliga inn á leiðsluna hjá hoyvíkingum. Hóast neistamenn kundu tryggja sær eitt stig við javnleiki koppaði tað til H71, sum vann dystin 26-25.

Í Klaksvík vóru kollfirðingar á vitjan. Team Klaksvík hevur enn síni fyrstu stig til góðar, og tey komu heldur ikki í dag móti KÍF. Støðan var 10-15 í hálvleikinum, men síðstu minuttirnar av dystinum hálaðu klaksvíkingar inn á KÍF, sum tó vann dystin 27-25.

VÍF og StÍF brustu saman í Vestmanna og talan var um ein javnan dyst. Strandingar vóru á odda tað mesta av dystinum, men mistu í seinastu minuttunum, tá vestmenningar vóru effektivari og vunnu við tveimum málum 30-28.

Støðan Okkara-deildin
1. H71 (12 stig)
2. KÍF (9 stig)
3. StÍF (9 stig)
4. VÍF (8 stig)
5. Neistin (6 stig)
6. Kyndil (4 stig)*
7. Team Klaksvík (0 stig)

*Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder