2023-03-26 11:10
Í gjár vann Ternan finaluna í B-bólkinum fyri gentur 16.
Dysturin var ímóti B71 og endaði við 3-0
Í fyrsta og øðrum setti var stórur munur, hóast B71 var á odda 5-3 í øðrum setti, men í triða setti var B71 á odda 19-15, tá stígur kom í, og Ternan javnaði til 19-19 og fór framum og vann settið 25-20.
Dagsins leikari hjá Ternuni gjørdist Andrea Melanie Andreassen, og hjá B71 gjørdist tað Elsi Hilbertsdóttir Blástein.
Í dag heldur FM-finaluvikuskiftið á Tvøroyri fram, og tá verða hesir dystirnir á skránni:
Kl. 12:13: G14-B: Ternan-B71
Kl. 14.00: G12: KÍF a - SÍ a
Kl. 15:30: D12: Ternan - ÍF a
Allir dystirnir síggjast í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald