Hondbóltur

Tey bestu í hondbólti

Greipuvinnararnir úr Kyndli fóru avstað við flest heiðrum hjá kvinnum, tá árliga hondbóltsgalla var um vikuskiftið.

Marianna Geirsdóttir Eystberg her við foreldrum sínum eftir at Kyndil tryggjaði sær FM-heitið í Vestmanna fyri viku síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Marianna Geirsdóttir Eystberg her við foreldrum sínum eftir at Kyndil tryggjaði sær FM-heitið í Vestmanna fyri viku síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-06 11:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Árliga hondbóltsgallaveitslan var leygarkvøldið, har bestu spælarar, venjarar og dómarar vórðu heiðraðir.

Sjey ymsir heiðrar vóru hjá monnum og kvinnum, umframt at ársins lið varð sett. Greipuvinnararnir úr Kyndli fóru avstað við flest heiðrum hjá kvinnum, og Marianna Geirsdóttir Eystberg fekk flest persónligar heiðrar.

Kvinnur
Ársins toppskjútti: Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Ársins venjari: Bárður Johannesen, Kyndil
Ársins málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil
Ársins verjuleikari: Durita Christophersen Jojic, VÍF
Ársins stjørnuskot: Marita Mortensen, H71
Ársins áleypari: Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Ársins leikari: Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil

Menn
Ársins toppskjútti: Filip Jojic, VÍF
Ársins venjari: Jeppe Borch, Neistin
Ársins málverji: Tórður Guttesen
Ársins verjuleikari: Peter Krogh, H71
Ársins stjørnuskot: Vilhelm Poulsen, H71
Ársins áleypari: Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Ársins leikari: Rasmus Søby, Neistin

Ársins dómarapar:
Hannis & Uni Wardum

Ársins lið kvinnur
Jovana Stranjanac, Kyndil – málverji
Gurið á Borg, H71 – høgri vongur
Durita C. Jojic, VÍF – høgri bakkur
Súna Krossteig Hansen, Kyndil – spælskipari
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil – vinstri bakkur
Turið Arge, Kyndil – vinstri vongur
Durita Toftum Joensen, H71 – strikuspælari

Julian Johansen hevur valt ársins SMS-lið.

Ársins lið menn
Nicholas Satchwell, málverji – Neistin
Høgni Zachariassen, vinstri vongur – Neistin
Filip Jojic, vinstri bakkur – VÍF
Peter Krogh, spælskipari – H71
Rasmus Søby, høgri bakkur – Neistin
Pætur Thomsen, høgri vongur – H71
Rógvi Dal-Christiansen, strikuspælari – Kyndil

Julian Johansen hevur valt ársins Okkara-lið.

Eitt umboð frá hvørjum felagi, venjarar, landsliðsvenjarar og miðlafólk atkvøddu fyri bestu spælarum. Trý stig skuldu gevast fyri besta avrik, tvey fyri næstbesta og eitt fyri triðjbesta avrik.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder