Fótbóltur

Tey elstu av teimum yngru í eldin í kvøld

Ungu HB mennirnir skulu royna at byggja uppá vinnarasiðvenjuna, og hjá U18 gentum er spennandi grannauppgerð á skránni.

Hetta hevur verið ein vanlig sjón seinastu árini: Ungu HB-mennirnir lyfta Thomas Dam Intersport steypið. Nakrar av hesum frá 2015 kunnu spæla í finaluni móti EB/Streymi í kvøld, meðan nakrar skulu umboða HB í finaluni um Løgmanssteypið í morgin.
(Mynd: FSF)

Hetta hevur verið ein vanlig sjón seinastu árini: Ungu HB-mennirnir lyfta Thomas Dam Intersport steypið. Nakrar av hesum frá 2015 kunnu spæla í finaluni móti EB/Streymi í kvøld, meðan nakrar skulu umboða HB í finaluni um Løgmanssteypið í morgin. (Mynd: FSF)

2018-08-24 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra steypafinaluvikuskifti fer í gongd í kvøld. Tórsvøllur verður karmur um sjey finalur; fimm ungdómsfinalur og tvær vaksnamannafinalur. 

Tað eru tær elstu genturnar og teir elstu dreingirnir, sum leggja út í kvøld. Tey hálvaksnu royna seg undir sterku ljóskastarunum, myndatólununum og frammanfyri mongu áskoðarunum.

 

Hjá gentum eitur aldursbólkurin, ið spælir um Mótasteypið, nú U18 og ikki U17 sum undanfarnu ár.  Eins og í finaluni um Løgmanssteypið eru tað grannarnir, HB og B36, sum hittast í U18-finaluni. Í landskappingini liggja tey lið um lið; ávíkavist á 4. og 5.plássið. Í juni tá liðini hittust vann B36 3-1. 

HB-kvinnurnar spæla steypafinalu seinnapartin í morgin, og spurningurin er um hetta ávirkar finaluna í kvøld, í mun til at nakrir profilar hjá HB ið hava aldur til bæði, ikki spæla ella spæla partvíst í kvøld.

Bæði í 2015 og í 2016 tapti U17-genturnar hjá B36 finaluna fyri KÍ. Tað er ikki so langt síðani, at HB vann Mótasteypið. Í bæði 2014 og 2012 lyftir genturnar hjá HB hetta steypið. Í kvøld er lagt upp til eina spennandi finalu millum grannarnar.   

Eins og hjá gentum er árgangurin hjá teimum elstu dreingjunum broyttir. Nú eitur tað U21, og tað fevnir harvið um væl fleiri árgangir enn undanfarnu ár. Tó verður framvegis spælt um Thomas Dam Intersport steypið. Eins og undanfarnu ár so eru teir elstu HB-dreingirnir í steypafinaluni. Í U18 var HB í finaluni frá 2014-2017, og hendan siðvenjan heldur harvið fram í U21.

HB hevur spælt móti NSÍ seinastu fýra árini upp í slag í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið. Í 2016 tapti havnadreingirnir fyri NSÍ, men í 2014, 2015 og 2017 vann HB á runavíkingunum. Í ár hittust liðini í fjórðingsfinaluni. NSÍ vann 4-1 við Løkin, men HB kærdi og fekk viðhald, tí ein NSÍ-leikari hevði leikt ov nógvar dystir í sama leikumfarið. Í hálvfinaluni vann HB 4-0 á grannunum B36. 

EB/Streymur basti AB í hálvfinaluni í Hólmanum. Argjamenn eru annars ósigraðir í FM-bólkinum, meðan EB/Streymur bert hevur eitt stig fyri seks dystir. Hetta er heldur sermerkt við U21-finaluni; liðini ið hittast liggja niðast og næstniðast í FM-endaspælinum, har sjey lið luttaka. Tá HB og EB/Strreymur hittust á Eiði í juni endaði tað við 2-2 javnleiki.

Í hálvfinaluni hevði EB/Streymur millum annað Pætur J. Petersen og Aksel Bjartalíð Danielsen á liðnum. Pætur skoraði í hálvfinaluni, og í dystinum í Betri-deildini móti Skála í gjár, og Aksel er leigaður úr KÍ, og hevur byrjað fast inni hjá besta liðnum eftir summarsteðgin.

Í 2013 var U18-liðið hjá EB/Streymur í steypafinaluni. Tá var KÍ omaná eftir longda leiktíð. Í ár er felagsliðið aftur í leiklutininum sum underdog, men tað kann gerast ein heilt spennandi dystir móti varandi steypavinnaranum.


Fríggjadagur 24. august: 
Kl.17.30 Gentur U18 / Mótasteypið: B36 - HB
Kl.20.00 Dreingir U21 / Thomas Dam Intersport steypið: EB/Streymur - HB



Leygardagin 25. august:
Kl.09.15 Dreingir U15 / Cadbury steypið: B36 - KÍ
Kl.11.15 Gentur U15 / Eilif Arge steypið  B36 - KÍ
Kl.13.15 Dreingir U17 / Blaðberasteypið B36 - KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder