Fótbóltur

Tey elstu spæla um EM-stig og rættin at háða

Arvafíggindarnir, ið spældu teir fyrstu fótbóltslandsdystirnar í søguni, bresta í kvøld saman á Wembley. Tað gjørdu teir eisini í EM-endaspælinum í 1996.

Liðformaðurin hjá Onglandi, Harry Kane, fevnir her Raheem Sterling, ið skoraði málið hjá Onglandi í 1-0 sigrinum á Kroatia sunnudagin  (Mynd: EPA)

Liðformaðurin hjá Onglandi, Harry Kane, fevnir her Raheem Sterling, ið skoraði málið hjá Onglandi í 1-0 sigrinum á Kroatia sunnudagin (Mynd: EPA)

2021-06-18 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í grein í The Times skrivar skotski fjølmiðlamaðurin Alex Massie, at ósigurin fyri Kekkia á Hampden Park mánadagin var taktiskur, og at hann saman við sigurinum hjá Onglandi sunnudagin ger, at onglendingar eru ruraðir í eina sterka kenslu av at vera við yvirlutan, ið kann gerst keldan til undirgangin hjá enska liðnum.

Greinin hjá Massie er undir yvirskirftini "Skotar eru vaksnir frá Auld Enemy arvafíggindauppgerðini" - ein tjóð, ið einaferð kundi lýsa  "nakað sum væleydnað" at vinna á Onglandi, hevur nú funnið meira mennandi mátar at vísa tjóðarstoltleika. Har er skemt og prik í, men eisini orð, ið veruliga raka, viðvíkjandi hvat Ongland-Skotland snýr seg um. Skotin vísur á, at hóast ein dystur millum heimsins elstu landslið ikki longur er tað, sum hann var, so fer tað altíð at vera meira enn um dystur. Greinin byrjar við hesum orðum: 

- Ongland væntar, meðan Skotland einans vónar. Soleiðis var tað, og soleiðis má tað altíð verða

Hetta er ógvuliga sigandi fyri sambandi millum londini í Stóra Bretlandi. Skotland er lítilbeiggi, og Ongland í kvøld í leiklutinum sum stórfavorittur, tá londini hittast fyri 115. ferð - og ensku miðlarnir og viðmerkjarnir: Teir meira ella minni krevja sigur, meðan tey í Skotlandi vóna, at tað ber til at koppa "The Auld Enemy"


Long søga

Fyrsti skrásetti landsdystur millum tvey fótbóltslið varð leiktur á Hamilton Crescent. Talan er um ein cricketvøll í Glasgow-býarpartinum Partick. Onglendingar vóru komnir á vitjan, og teir spældu móti leikarum frá táverandi stórfelagnum í Glasgow og Skotlandi, Queen's Park. Leikarar teirra umboðaðu Skotland í málleysa javnleikinum. Árini frammaundan høvdu londini spælt fimm dystir á The Oval í London - eisini ein cricket vøllur - men hesir dystirnir vóru ikki skrásettir. 

Talið av skrásettum dystum millum londini kemur uppá 115 í kvøld, tá Ongland og Skotland skulu stríðast um EM-stig á Wembley. Tað gjørdu tey eisini fyri 25 árum síðani, tá Ongland hýsti EM-endaspælinum. Alan Shearer legði heimaliðið á odda tíðliga í 2. hálvleiki við stútara eftir innlegg frá Garry Neville. Skotland fekk brotsspark eftir 77 minuttir, men David Seaman bjargaði royndini frá Gary McAllister væl, og minuttin eftir setti málverjin eitt álop í gongd. Paul Gascoigne fekk fatur á bóltinum á skotsku hálvuni, og skoraði eitt frálíkt mál - Gazza lyfti bóltin uppum Colin Hendrie, og heilfluktaði hann í málið. Tað var stór frøi á Wembley, og talan er um ein søguligan dyst.

[object Object]
Byrjanaruppstillingin hjá Onglandi 15. juni í 1996

[object Object]
Kenda fagnaðarløtan eftir málið hjá Gazza - stutt áðrenn endaspælið hevði evnaríki leikarin verið í býnum saman við liðfelagnum, og myndamenn fangaði løtuna, tá hann fekk alkohol sprænt í munnin

Spurningurin er so, um søgan endurtekur seg, ella um Ongland vinnur ein líknandi stóran sigur sum 9-3 sigurin í 1961. Tað kann eisini verða, at Skotland fær ein fantastiskan dag á Wembley, sum tá "The Wembley Wizards" vunnu 5-1 har í 1928, ella sum 2-1 sigurin í 1977, tá áskoðarnir hjá Skotlandi komu inn á vøllin eftir seinasta bríksl, og skotar vóru á veg til HM, og Ongland ikki var

Nógv uppá spæl

Skotland hevur harðliga tørv á at fáa stig í kvøld, orsakað av ósigrinum móti Kekkia í fyrsta dystinum. Tá manglaði Arsenal-leikarin Kieran Tierney - hann er ivasamur til dystin í kvøld. Hjá Onglandi snýr tað seg um at veruliga seta seg á bólkin. Harry Maguire verður  møguliga at síggja á vøllinum aftur. United-miðverjin hevur ikki spælt í meira enn ein mánaða.

Líkamikið hvør verður á vøllinum, so fara allir 22 helst at kýta seg fyri síni lond í serstaka dystinum í kvøld.

Bólkur D - 2. umfar: 
17.00, Glasgow (Hampden Park)
Kroatia - Kekkia

20.00, London (Wembley)
Ongland - Skotland


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder