2023-08-15 13:52
Aftur í kvøld verður KÍ-stuðulin dyggur í Keypmannahavn. Dysturin millum Molde og KÍ í triðja umfari í Champions League kann síggjast á føroysku barrini Skarv á Pilestræde 43 - eitt hanagleiv frá Nørreport statión.
Tveir stórskíggjar eru tøkir hesaferð, ókeypis atgongd er og eigarin Siri Thorsteinsson tekur í móti gestunum, tá dyrnar lata upp klokkan 18 danska tíð við durasnapsi frá Einari Waag.
Dysturin byrjar klokkan 19 danska tíð, klokkan 18 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald