- Vit koyrdu prøvarnar hjá Slovan Bratislava, júst sum vit eiga at gera. Teir lendu klokkan 12, og úrslitini fyrilógu klokkan 20 í gjárkvøldið.
Soleiðis sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis, við Portalin.
Slovan Bratislava skuldi venja í Klaksvík klokkan 18.00 í gjárkvøldið. Men slovakiska liðið varð noktað atgongd, tí úrslitini sum vóru tikin, tá hópurin kom til landið vóru ikki til reiðar, og einki hoyrdist alment um kanningarnar í gjárkvøldið. KÍ hevði sett sum krav at negativ roynd skal fyriliggja, um Slovan skuldi sleppa at venja á vøllinum. Sum skilst vandi Slovan Bratislava á vøllinum í Hoyvík ístaðin, har øll lokal venjing var avlýst.
Marita Debess Magnussen sigur, at talan ikki var um seinking frá teirra síðu; ei heldur um eitt mistak. Portalurin hevur annars fingið upplýst, at har var eitt mistak hent, so allar royndirnar mugu greinast av nýggjum, og at tað harvið gekk longri tíð enn ætlað, tí slovakiska felagið skuldi hava svar áðrenn klokkan 18, sum var venjingartíðin:
- Eg kann bert siga, at Thetis einki mistak hevur gjørt í hesum førinum
Norðlýsið bar fyrr í dag tíðindi um, at ein positiv kanning var ímilum tær, ið vórðu tiknar av Slovan Bratislava-hópinum við komu. Talan er um ein leikara, ið er kannaður aftur í dag.
Um eina løtu koma myndugleikarnir við nærri boðum, og tá verður greitt, um nakar dystur verður í Klaksvík í kvøld.
Fótbóltur
Thetis: Úrslitini fyrilógu klokkan 20 í gjárkvøldið
- Har var eingin feilur ella seinking í kanningunum, sigur stjórin í Thetis við Portalin viðvíkjandi kanningum av Slovan Bratislava-hópinum, ið ikki vandi í Klaksvík í gjár. Sambært Norðlýsinum var ein positiv kanning har ímillum.
(Mynd: Ólavur Frederiksen)
2020-08-21 11:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald