Fredericia er úti av donsku steypakappingini eftir eina dramatiska áttandapartsfinalu.
Viborg vann eftir brotsparkskapping á regntunga grasinum í Fredericia í gjár. Tað byjaði júst við einum brotssparksmáli til gestirnar fyri steðgin, men Fredericia javnaði stutt eftir hetta.
Í 2. hálvleiki hevði Mattias Lamhauge fleiri fínar bjargingar, og var føroyski landsliðsmálverjin skrásettur fyri heili 10 bjargingar. Á ymiskum hagtalssíðum fær 26-ára gamli føroyingurin eisini hægstu metingina av øllum spælarunum.
Fredericia legði seg eisini á odda 2-1 í 82. minutti, men bert tríggjar minuttir slapp Charly Nouck ov lætt í vinstru, og tað endaði 2-2 eftir 90 minuttir.
Alt skuld avgerast úr ellivu metrum. Har bjargaði Mattias Lamhauge væl einum skoti, men Fredercia brend tvær ferðir, og so var hetta steypaárið liðugt.
Hæddarpunkt síggjast her - tíverri ikki brotssparksbjargingn hjá havnarmaninnum
Liðið er í tungari gongd í løtuni. Í Superliguni hevur verið talan um fimm tap á rað, og í trimum teimum seinastuni hevur liðið einki skorað. Ein roynd verður gjørd aftur í Parkini leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald