
Vit hava gjørt upp, hvussu ymisku feløgini eru umboðaði til mongu stepafinalurnar.
Lið í Faxe Kondi-finalunum fyri hvørt felag:
H71: 12
Kyndil: 7
Neistin: 4
VÍF: 3
Tjaldur: 3
SÍF/Sóljan: 2
EB: 2
STÍF: 1
Team Klaksvík: 1
ÍA: 1
Eydnudeildin hevur finalu á skránni sunnudagin klokkan 23. februar.
Tað er jaligt, at næstan øll feløgini í Føroyum hava lið við. Sìðani farið varð til b-finalur eisini, hevur hevur umboðanin verið breiðari.
Ikki óvæntað hevur H71 flest við (12) og er eisni onkursvegna umboðað í øllum aldursbólkum.
Neistakvinnur bastu H71-kvinnunum í hádramatiskari hálvfinalu í Hoyvik. Neistin hevur fýra lið við um vikuskiftið - H71 hevur allarflest (Mynd: Sverri Egholm)
Kyndil hevur eisini heilt nógv lið við (7), og hava hesi bæði hvør sítt vaksnamannalið, eins og VÍF og Neistin.
Sí eisini: Mest sannlíkt eingin søla við dyrnar til vaksnamannafinalurnar
Leiksskráin
Fríggjadagin 21. februar:
kl. 18.30 G16: Kyndil – Neistin
kl. 20.00 D16: Neistin – H71 a
Leygardagin 22. februar:
kl. 09.00 G10B: EB a – Tjaldur a
kl. 09.40 D10B: H71 b – Neistin c
kl. 10.20 G12B: EB a – H71 c
kl. 11.10 D12B: ÍA a – SÍF
kl. 12.00 G10A: H71 a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: H71 c – Kyndil a
kl. 13.20 G12A: H71 a – StÍF a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 Kvinnur: Neistin – Kyndil
kl. 19.30 Menn: H71 – VÍF
Sunnudagur 23. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Søljan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík
kl. 16.00 G14A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 D14A: H71 a – Kyndil
kl. 18.00 G18: H71 – Kyndil
kl. 19.30 D18: H71 – VÍF
Atgongumerki til finalurnar kunnu keypast á atgongumerki.fo. Til barna- og ungdómsfinalurnar verður tað møguligt við dyrnar eisini.
Kringvarpið vísir vaksnamannafinalurnar. Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube síðuni hjá HSF: Handball Faroe Islands – YouTube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald