
Tað var sera hørð kapping í dag millum tríggjar teir fremstu bátarnar, Ormin Langa, Suðuroying og Klaksvíking.
Klaksvíkingur var fremst at byrja við, men tað var ikki leingi til Ormurin Langi legði seg á odda, og Suðuroyingur var í hølunum á honum.
Suðuroyingur og Ormurin Langi vóru sera javnir allan róðurin, men Klaksvíkingur hevði hug at koma við og náddi akkurát at taka seg framum Suðuroying.
Ormurin Langi úr Knørrafelagnum var tó hálvan skutin frammanfyri Klaksvíking og vann róðurin.
10 mannafør úrslit:
1. Ormurin Langi 04.29.34
2. Klaksvíkingur 04.30.40
3. Suðuroyingur 04.31.07
4. Havnarbáturin 04.40.18
5. Drekin Reyði 04.40.23
6. Hvítravnur 05.17.10 (masters)
FM støðan
1. Ormurin Langi 40
2. Klaksvíkingur 36
3. Suðuroyingur 32
4. Drekin Reyði 21
4. Havnarbáturin 21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald