Landsliðsvenjararnir hjá hondbóltskvinnunum, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava í dag tikið 18 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í HM-endaspælinum í Týsklandi og Niðurlondum.
Málverjar:
 Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (Danmark)
 Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (Danmark)
 Gylta á Neystabø, Kyndil
Vengur:
 Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
 Karin Egholm, H71
 Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (Danmark)
 Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Strikur:
 Pernille Brandenborg, Storhamar (Noreg)
 Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
 Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danmark)
Bakkar:
 Elsa Egholm, Ajax København (Danmark)
 Jana Mittún, Viborg HK (Danmark)
 Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (Danmark)
 Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (Danmark)
 Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (Danark)
 Marita Mortensen, HØJ (Danmark)
 Marianna Geirsdóttir Eystberg BK Ydun (Danmark)
 Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.
Føroyska liðið savnast 17. november til venjingar í Føroyum. Leygardagin 22. november klokkan 19 spæla tær vinarardyst móti Íslandi við Tjarnir. Atgongumerki til dystin fáast til keyps her: Við Tjarnir – Landsdystur – Tiltak
Mánadagin 24. november ferðast liðið til Trier í Týsklandi, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 26. nov kl. 19.30: Montenegro – Føroyar
 Fríggjadagin 28. nov kl. 19.30: Spania – Føroyar
 Sunnudagin 30. nov kl. 14.30: Føroyar – Paraguai
Tíðirnar eru føroyskar.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald