Fótbóltur

Til ber at stroyma KÍ - men ikki HB

Eingin stroyming er tøk til dystin í Belfast, men Televarpið stroymir Europa League dystin á Svangaskarði.

HB og KÍ spæla í kvøld sínar møguligu seinasti evropeisku dystir í summar - Mynd: Jens Kr. Vang

HB og KÍ spæla í kvøld sínar møguligu seinasti evropeisku dystir í summar - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-08-01 09:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skulu arvafíggindirnar, KÍ og HB, royna at spæla seg víðari í Europa. Talan er um torførar uppgávur - útgangsstøðini eru ikki vánaligmen líka undir góð. Bæði feløgini vóru nær við at fáa heilt gott úrslit: KÍ tveir minuttir frá einum málleysum javnleiki í Luzern, og HB hevði fleiri stórar møguleikar til at avgera dystin í Gundadali. 

Heilt ymiskar fyritreytir hjá KÍ og HB

HB hevur fyrireika seg í Belfast, og lagt er upp til ein spennandi dyst. Tíverri er eingin almenn stroyming av dystinum. Hetta fingu vit váttað frá HB í gjárkvøldið. Onkrar veddingarfyritøkur stroyma tó helst dystin.

Hjá norðoyingum og øðrum áhugaðum í Føroyum er møguleiki at fara á Svangaskarð at hyggja. Eisini er møguleiki at hyggja heima, ella hvar tað so skal verða. Televarpið stroymir dystin fyri eitt gjald á 39 kr. - til ber at eisini at síggja KÍ - Luzern við Stórapakka +. Vit verða eisini til staðar á Svangaskarði í kvøld.

Her ber til at síggja KÍ - Luzern


18.00: KÍ (0) - Luzern (1)  
19.45: Linfield (2) - HB (2
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder