Fótbóltur

Heilt ymiskar fyritreytir hjá KÍ og HB

KÍ er á heimavølli, men verður ikki mett at hava nakran realistiskan møguleika at koma víðari - HB er á útivølli, og á pappírinum er alt púra opið.

HB og KÍ spæla í ávíkavíst Belfast og á Svangaskarði í annaðkvøld - Mynd: Sverri Egholm

HB og KÍ spæla í ávíkavíst Belfast og á Svangaskarði í annaðkvøld - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-31 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld spæla mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti í 2. umfari í Europa League. HB hevur higartil leikt tríggjar evropeiskar dystir í summar og spælt tveir javnleikir á heimavøll; KÍ vann fyrst tveir fýra-máls sigrar á Tre Fiori úr San Marino, og liðið kom eisini víðari ímóti Riterai eftir tveir javnleikir (1-1 á útivølli og 0-0 á heimavølli) Dystirnir í morgin kunnu gerast teir síðstu við føroyskari luttøku í evropeiskum fótbólti í ár.

[object Object]
(Fyri 15 døgum síðani spældi KÍ seg víðari á Svangaskarði - Mynd: Sverri Egholm)

Bæði KÍ og HB skulu vinna sínar dystir fyri at koma víðari - HB kann tó standa seg við javnleiki, um tað endar 3-3 ella meira, men hetta er sera ósannlíkt. Tað er eisini ósannlíkt, sambært veddingarfyritøkum og logikki, at KÍ fer at spæla seg víðari ímóti Luzern. Sveisiska deildin er í topp-20 í Europa; tann føroyska er uttanfyri topp-50 á listanum UEFA. KÍ var nær við at fáa ein sera góðan javnleik í seinastu viku, men tað endaði 1-0, og liðið hjá Mikkjal Thomassen var, hóast tveir sera góðar málmøguleikar, undir trýsti stóran part av dystinum. Um Luzern skorar eitt mál á Svangaskarði skal KÍ hava trý fyri at koma víðari, og útiliðið, ið hevur áleið 150 áskoðarar við sær, er eisini stórfavorittur at vinna dystin í annaðkvøld. Alt ber tó til í fótbólti.

Les eisini: Tað gekk akkurat ikki hjá KÍ

Í Belfast fyrireika føroyameistararnir seg til brakið ímóti Linfield. Eftir gott spæl og yvirvág frá HB í Gundadali eru vónirnar hjá liðnum hjá Heimiri Guðjónssyni góðar undan seinna dystinum - ikki tí; útgangsstøði er ikki frálíkt. 2-2 í Gundadali ger, at HB allarhelst skal vinna dystin. Í fýra royndum hevur einki føroyskt lið vunnið á Linfield á útivølli, men HB vísti í seinastu viku, at hóast talan er um eitt nógv vinnandi felag í Norðurírlandi, so er liðið at tosa við. Linfield er heldur ikki á støði við eitt nú Luzern. Tað krevst tó nógv í annaðkvøld - millum annað at skora uppá møguleikarnar men eisini at vera vælskipaður og spæla upp til sítt besta. Linfield er ein lítil favorittur at vinna í morgin, men tað er ikki órealistisk, at HB kemur til 3. umfar. 


[object Object]

Les eisini: 
Javnleikur í dramatiskari uppgerð í Gundadali
- Adrian: koma heilt sikkurt víðari um allir spæla upp til sitt besta

Vit verða á Svangaskarði í annaðkvøld og fylgja tí dystunum tætt. Eisini fylgja vit dystinum í Belfast so væl sum gjørligt.  

Europa League 2. umfar - seinnu dystirnir

18.00: KÍ (0) - Luzern (1)  Les um Luzern, ið endaði 45 stig frá 1.plássinum farna kappingarár
19.45: Linfield (2) - HB (2) Les eisini um Linfield- Liði' sum "altíð" spælir í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder