Klokkan 19.45 í annaðkvøld spæla Linfield og HB á Windsor Park í Belfast. Dysturin á tjóðarleikvøllinum í Norðurírlandi er avgerandi fyri, hvat lið kemur víðari í Europa League: Føroysku meistararnir ella norðurírsku meistararnir.
Tað verður helst spennandi. Tað endaði 2-2 í Gundadali, har HB var greitt omaná í stórum pørtum av dystinum. Í HB-leguni vóru teir argir um, at tað ikki eydnaðist at fáa betri úrtøku undir umstøðunum, men nú er fokus á, at gerast fyrsta føroyska liðið ið slær Linfield út. Adrian Rúnason Justinussen sigur úr Belfast, at nú skal í útgangstøðinum bert eitt mál til, men samstundis sum HB skal søkja at fyri at skora, skal liðið hanga væl saman í verjupartinum, so mál ikki kemur ígjøgnum:
- Við tí útgangsstøðinum vit hava nú, so fara vit at royna, um vit ikki kunnu skora tað eina málið. Tað er tó sjálvsagt, at vit eisini fara at vera varnir og hugsað nógv um, at liðið skal standa væl saman defensivt, so at teir ikki skora - um Linfield skorar, skulu vit jú minst hava tvey mál. Tað, sum vit serliga skulu gera, er at tora at leypa á og fáa eitt mál, so at vit vinna dystin.
(Adrian Justinussen skorar her sítt fyrsta evropeiska mál; 1-1 málið ímóti Linfield fyri átta døgum síðani. Hann skoraði tvey brotsspørk í Gundadali í seinastu viku - Mynd: Olaf Olsen)
HB spældi leygardagin á heimavølli ímóti TB í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin. Har skoraði ársins leikari 2018 til 2-0 uppá brotsspark - hansara 11. mál í Betrideildini í ár. Adrian og HB eru væl við í oddastríðnum og hava eisini eina steypafinalu fyri framman. Evropeiska luttøkan kann í longdini geva HB ein fyrimun sigur 7´arin:
- Í verandi løtu hava vit eina strævna dystarskrá, men vit eru væl fyri, so vit klára at spæla allar hesar dystirnar. Vit hugsa bert um ein dyst í senn. Evropeisku dystirnir hava fylt nógv hjá okkum og á ein góðan hátt. Ferðin i dystunum er nógv hægri, enn hon er í Betrideildini, so tað er gott, um vit fáa tikið tað tempo'ið við heim aftur.
Til seinast spyrja vit 21-ára gamla kantleikaran, hvørjan møguleika føroyska liðið hevur til at spæla seg víðari í morgin, og hvat skal til, fyri at tað skal eydnast:
- Vit meta, at vit hava ein góðan møguleika fyri at koma víðari í annaðkvøld - um allir leikararinir spæla upp til sítt besta, so vinna vit heilt sikkurt dystin. Vit fara út fyri at gera alt tað, ið vit klára fyri at vinna, so síggja vit, hvussu langt tað røkkir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald