Fótbóltur

HB var greitt omaná í Gundadali

Hagtølini vísa, tað sum dystarmyndin var í gjárkvøldið: Føroyameistararnir vóru betri enn Linfield - serliga til at skapa møguleikar.

Tað vóru nógvar spentar støður í brotsteigunum hjá Linfield - Mynd: Olaf Olsen

Tað vóru nógvar spentar støður í brotsteigunum hjá Linfield - Mynd: Olaf Olsen

2019-07-24 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Europa League-dysturin millum HB og Linfield var merktur av spenningi, dramatikki og nógvum møguleikum. Og tað var heimaliðið í Gundadali, sum stóð fyri so at siga øllum av teimum. Teitur Gestsson hevði eina góða bjarging í 2. hálvleiki; annars skoraði Linfield í fyrsta álopinum og við brotssparki og hevði sum so einki annað at bjóða uppá í álopskenda spælinum. 

Les eisini: Javnleikur í Gundadali

HB hevði hinvegin fleiri góðar møguleikar, og teir í reyðum og svørtum irðaðu seg um, at teir ikki fingu ein sigur, hóast heimaliðið javnaði tvær ferðir; seinnu ferð í 89. minutti.

Les eisini: - Vit eru klárt betra liðið í dag

Hagtølini vísa, at har var ein ávísur munur á liðunum. Serliga í 1. hálvleiki var HB omaná: 

Skot: 22-4 (15-2 í hálvleikinum)
Skot uppá mál: 13-4
Hava bóltin (possesion): 
52 % - 48 % (63 % - 37 % fyri steðgin)
Hornaspørk: 9-2 (6-0 í 1. hálvleiki)

Sí myndir frá dystinum

Europa League 2. umfar, fyrri dysturin

23.07, kl. 16.45 í Gundadali
HB - Linfield 2-2 (1-1)
1' Andy Waterworth 0-1
37' Adrian Justinussen (br) 1-1
88' Andy Waterworth (br) 1-2
89' Pætur Petersen 2-2

HB (4-4-2)Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen (78' Pætur Petersen), Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson (84' Daniel Johansen), Símun Samuelsen - Sebastian Pingel (70' Dan í Soylu), Ari Mohr Olsen
Gul kort: Magnus Egilsson, Hørður Askham

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder