Fótbóltur

Til ber eisini at síggja triðja dystin hjá Andriasi

Hellas Verona spælir móti Sassulo klokkan 19.45. Uppgerðin sæst á TV2 Play.

2026-02-20 17:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Andrias Edmundsson hevur staðið seg væl í báðum sínum fyrstu dystum í Serie A, og í kvøld fara hann og liðfelagarnir eftir stigum í Sassuolo.

Alt er kærkomið hjá føroyinginum og liðfeløgunum - men teir noyðast skjótt at vinna. 

Sassulo er í løtuni á 10. plássi i Serie A. Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð og kann síggjast á TV2 Play - sum millum annað er partur av nøkrum pakkum hjá Televarpinum.

Alt bendir á, at 25-ára gamli toftamaðurin aftur byrjar inni sum vinstri miðverji. Andrias Edmundsson spælir við 5-talinum á rygginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder