Annað

Til Danmarkar at boksa um DM

David Kunoy og Teitur Anand ætla sær fleiri DM-heiðursmerki.

2023-04-27 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir nevaleikarar frá Tórshavn Boksing eru í dag farnir til Danmarkar, har teir skulu vera við í danmarksmeistarakappingunum fyri byrjarar, sum fara fram í Ryomgaard á Djurslandi.

Tað eru teir báðir, Teitur Annand og David Kunoy, sum skulu royna seg.

Teitur boksar fyri fyrstu ferð í vektflokkinum 60-63,5 kilo, meðan David er í flokkinum beint omanfyri, 63,5-67 kilo.

Teir hava báðir verið í harðari venjing upp til hesa kappingina, og sambært Martin Meng, venjara og formanni í Tórshavn Boksing, eru teir í toppformi og hava sett sær fyri at fara allan vegin, og helst fáa gull um hálsin.

Teir hava í hvussu so er fingið fleiri royndir í boksiringunum nú enn fyri einum ári síðani, tá teir fingu silvur við heim frá DM-kappingini.

Tórshavn Boksing stroymir live frá dystunum hjá teimum báðum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder