Fótbóltur

Til hálvleiks við 1-0 leiðslu

Tað var longu eftir sjey minuttir, at Gunnar Vatnhamar bleiv feldur og dómarin peikaði á brotssparksblettin. Liðformaðurin á føroyska landsliðnum, Viljormur Davidsen, trygt setti bóltin í netið úr ellivu metrum..

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir fagna her 1-0 málinum, ið liðformaðurin eirindaleysur syrgdi fyri. (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir fagna her 1-0 málinum, ið liðformaðurin eirindaleysur syrgdi fyri. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-07 14:49 Author image
Áron Vest
placeholder

Fyrri hálvleikur hevur verið javnur í síni heild. Føroyska A landsliðið hevur veruliga megnað at víst tenn. 

Aftaná einar fimm minuttir hevði føroyska landsliðið sína fyrstu álopsroynd. Við langari avlevering frá Andriasi Edmundssyni til Meinhard E. Olsen. Hann leitaði sær út til vinstru síðu, har hann við stuttari avlevering finnur Hanus Sørensen. HB leikarin fekk spælt Sølva Vatnhamar í góðan málmøguleika, men skotið varð blokerað, og bólturin fór út til hornaspark til Føroyar.

Eftir sjey minuttir høvdu Føroyar aftur hornaspark. Her verður Gunnar Vatnhamar hildin og dómarin var ikki í iva og peikaði á brotssparksblettin. VAR staðfesti brotssparkið og Viljormur Davidsen setti bóltin í netið. Málverjin í Norðurmakedónska málinum, Stole Dimitrievski, valdi lukkutíð skeiva síðu, og so var 1-0 til Føroyar.

Norðurmakedónia kom tó til onkrar málroynd. Yngri Vatnhamar-beiggin, Gunnar, rakar ikki bóltin, tá hann skal upp at stúta bóltin fram, og so er álop frá mótstøðuliðnum. Bárður á Reynatrøð kemur heilt illa út og verður snýttur av Bojan Miovski, men til alla lukka fær Andrias Edmundsson kastað seg fyri inni í fimm-metrinum og syrgir fyri, at tað ikki gerst 1-1.

Nakrir smávegis málmøguleikar vóru annars, har føroyingar hava verið leikliga meir vandamiklir. Føroyska landsliðið hevur havt tamarhald á flestu spælstøðum og enda fyrra hálvleik væl.

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
Føroyar - Norðurmakedónia (1-0)
Viljormur Davidsen,  1-0

Atgongumerki kunnu keypast her

Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum. 

Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder