Fótbóltur

Til Kasakstan, Slovakia og Moldova í heyst

Nógv ferðing og á pappírinum millum truplari møguligu uppgávurnar, sum Føroyar kundu fáa í Nations League.

Skíggjamynd: Uefa.com

Skíggjamynd: Uefa.com

2026-02-12 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fingu ikki nakað ynskilutakast, tá drigið varð í Brússel fyri lítlari løtu síðani.

Nations League gevur møguleikan fyri dystir móti liðum á nøkulunda janvsettum stigi. Tað fáa Føroyar eisini - tó at Slovakia úr næsthægsta styrkisbólkinum má metast at vera ógvuliga óheppið.

Slovakar eru styrkismettir rímiliga høgt hjá FIFA og eru í roynd og veru sterkasta liðið í bólkinum. Kasakstan úr ovasta styrkisbólki var fínt fyri Føroyar - tó at talan er um longst gjørligu ferðina.

Moldova hava Føroyar spælt fýra javnar dystir ímóti seinastu árini.

Føroyar hava júst havt eitt metgott ár í HM-undankappingini.

Nations League Deild C, bólkur D
Kasakstan
Slovkia
Føroyar
Moldova

Dystirnir verða spældir í september, oktober og november - skráin verður helst løgd í kvøld ella í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder