Fótbóltur

Til Kroatia ella Kosovo

Hetta eru møguleikarnar hjá B36, um liðið hjá Dan Brimsvík kemur víðari úr 2. umfari. Kroatiska liðið, Riejka, hevur áður spælt í Føroyum.

B36 vann 2-0 í Estlandi í síðstu viku (Mynd: Ingi Arge)

B36 vann 2-0 í Estlandi í síðstu viku (Mynd: Ingi Arge)

2023-07-24 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin spæla B36 og á Haverfordwest County AFC fyrra dystin í 2. umfari í Conference League. Hann verður í Gundadali, og um tíggju dagar hittast liðini í Wales. 

Um B36 megnar at spæla seg víðari móti walisiska liðnum, so bíðar mótsstøða úr Kroatia ella Kosovo.

[object Object]

HNK Riejka er greiður favorittur at koma víðari móti  KF Dukagjini. Kroatiska liðið sló Víking út úr 3. umfari í Europa League í 2014 við 9-1 sigri samanlagt.

B36 byrjar aftur á heimavølli, um liðið kemur víðari.

Conference League: 
Um B36 megnar at vinna samanlagt á Haverfordwest County AFC, bíðar vinnarin av hesum dystinum í 3. umfar: 

HNK Rijeka (CRO) / KF Dukagjini (KOS)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder