Ein av teimum sjey heiðurslønunum, sum skulu latast á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið 1. februar er ÍtróttaVENJARIN 2024.
Ársins venjari er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvi, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar.
Í uppskotið til hendan heiður eru fótbóltsvenjarin Jóhan Petur Poulsen í Víkingi, hondbóltsvenjarin Mark Lausen Marcher hjá H71 og HSF og flogbóltsvenjarin Rógvi Nielsen í flogbóltsfelagnum Ternuni á Toftum.
Jóhan Petur Poulsen, Víkingur
Hann hevur ein brennandi áhuga fyri fótbólti, og í 2024 leiddi hann Víking til FM við sínum skarpa fótbóltsheila, treiskni, áhaldni og taktiska snildi. Somu dygdir hava eyðmerkt hansara venjaragerning í Víkingi seinastu 10 árini, hóast almenningurin helst ikki varnaðist hann, fyrr enn hann gjørdist venjari hjá besta liðnum í 2020.
Men Jóhan Petur Poulsen er so nógv meira enn tað. Hann er ein felagsins maður, har samanhald er gandaorðið. Hann veit, at skal eitt miðalstórt felag, sum Víkingur, gera seg galdandi í fótbólti, so telja allir smálutir. Tú hittir hann í Víkinga-húsinum ella kring vøllin so at siga sólaringin runt, bæði til dystir og til venjingar hjá øllum liðum og árgangum í felagnum.
Hann hevur fingurin á pulsinum og varnast tíðliga gávuríkar leikarar – bæði á dreingja og gentusíðuni.
Harafturat virkar hann eisini sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum og leggur dent á menningina hjá ØLLUM í felagnum – bæði breidd og elitu. Hann arbeiðir hart, er nærlagdur, seriøsur – og so hevur hann eitt ljósablátt hjarta, ið brennur fyri menningini í øllum pørtum av Víkingi. Hann er ein sannur fongur fyri felagið.
Fyri hetta verður Jóhan Petur Poulsen tilnevndur heiðurin sum Ársins venjari 2024.
Mark Lausen-Marcher, H71 og HSF
Mark Lausen-Marcher hevur, sum venjari hjá bæði børnum, ungum, kvinnum og monnum, sum landsliðsvenjari og venjari í leikaramenningini hjá HSF, víst, at hann áhaldandi megnar at skapa venjingarumhvørvi, har úrvals- og breiddaríðkarar trívast og mennast – samstundis, sum úrslitini eru góð. Hann evnar at røkka øllum íðkarum á hóskandi støði og at fevna øllum í felagsskapinum.
Mark kom til Føroya úr Danmark at verða ungdómsvenjari í 2014, og tað eru ikki hissini avrik, sum liggja eftir hann í føroyskum hondbólti.
Hann var venjari hjá M17 liðnum, sum var við til European Open í 2019, hjá M20 liðnum, sum gjørdist nummar 9 til EM í 2022 og nummar 7 til HM í 2023. Eisini hevur Mark vunnið greipuna hjá bæði kvinnum og monnum við H71, og við kvinnunum hjá H71 rakk Mark fjóðringsfinaluni í European Cup í 2022.
Seinasta kappingarár vann hann FM við blaðunga H71 liðnum, sum hann sjálvur vandi, tá ið hann var ungdómsvenjari.
Mark hevur somuleiðis – í ymiskum samanhangi – vant allar leikararnar hjá monnum og kvinnum, sum í 2024 hava umboðað Føroyar til EM endaspølini. Á sumri í 2024 vandi Mark føroyska U06-landsliðið við monnum, sum bleiv nummar 15 av 24 londum í EM fyri M18 og harvið spældi seg til HM endaspælið fyri M19, sum verður komandi summar.
Fyri síni savnandi evni, sín stóra týdning fyri føroyskan hondbólt og síni góðu úrslit verður Mark Lausen-Marcher tilnevndur Ársins venjara 2024.
Rógvi Nielsen, Ternan
Rógvi Nielsen hevur ótroyttiliga staðið á síðulinjuni sum venjari hjá flogbóltsdreingjunum í Ternuni á Toftum í nógv ár.
Rógvi hevur megnað at skapa trivna og rørðslugleði hjá ungu dreingjunum. Hann rúmar øllum, fær teir at kenna seg væl, og vísir hvørjum einstøkum álit, so at allir merkja, at teir hava týdning.
Tað er Rógva at takka, at tað eru metnógvar dreingir í Ternuni – nógv fleiri flogbóltsdreingir enn nakað annað lið í Føroyum – og hetta fer uttan iva at síggjast aftur í mansdeildini seinni.
Tey ungu í felagnum kenna øll Rógva. Hóast hann ikki ger nógv um seg, er hann altíð klárur við tí góða og hevur altíð eina loysn. Hann er altíð væl fyrireikaður og eldhugaður. Og úrslitini eru eisini góð.
Seinasta ár vunnu dreingir hansara FM og spældu seg í steypafinaluna. Farna árið hevur Rógvi staðið á odda fyri D14 og D17, og hann hevur megnað at samansjóða aldursbólkarnar og skapa ein breiðan felagsskap.
Og júst kenslan av felagsskapi er alneyðug, um tey ungu skulu halda fram við flogbóltinum. Í so máta sær framtíðin bjørt út við Rógva í felagnum. Fyri sín eldhuga, sítt stóra arbeiði og tann felagsskapin, hann skapar rundan um seg í Ternuni, verður Rógvi Nielsen tilnevndur til Ársins venjara 2024.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald