Hondbóltur

Titans gjørdi tað aftur

Liðið úr Tennessee koppaði aftur favoritti í dysti í landnyrðingspartinum av USA, og harvið er kappingarárið hjá Lamar Jackson og Ravens liðugt. Tað er tað eisini hjá Minnesota Vikings, ið tapti greitt í San Francisco. Í løtuni er brak í Kansas, og seinasta fjórðingsfinalan verður leikt í Green Bay í nátt.

Derrick Henry rennur øll lið niður í løtuni, og Mike Vrabel hevur nú bast bæði meistarunum og Super Bowl-favoruttunum á útivølli  í hesum endaspælinum (Mynd: EPA)

Derrick Henry rennur øll lið niður í løtuni, og Mike Vrabel hevur nú bast bæði meistarunum og Super Bowl-favoruttunum á útivølli í hesum endaspælinum (Mynd: EPA)

2020-01-12 20:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta vikuskifti verða fjórðingsfinalurnar í NFL avgreiddar. Stórur spenningur hevur verið um, hvørji lið fara at røkka hálvfinalunum (Championship-dystunum). Tvey lið eru nú til reiðar, og  skjótt verður greiða fingið á, hvørji hini bæði eru.

Fyrsti dysturin í umfarinum var í Kalifornia. Minnesota Vikings loypti í seinastu viku hvøkk á við at vinna í New Orleans eftir longda leiktíð.  Nú var aftur eitt lið við 13 sigrum (útav 16 gjørligum) í grundspælinum á skránni á útivølli, og 49'ers gjørdist ein alt ov stórur biti hjá víkingunum.

[object Object]
Verjan hjá San Francisco hevði fullkomiliga yvirtakið størsta partin av dystinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA) 

Í fyrsta fjórðingini førdu bæði liðini eina ferð í part bóltin væl frameftir vøllinum og fingu eitt touchdown. Men eftir at útiliðið javnaði til 7-7, var stórur munur á liðunum. Verjan hjá San Fransisco hevur verið sera góð í ár, og hon helt Vikings til trý stig restina av dystinum. Tevin Coleman rann tvær ferðir bóltin tað seinasta petti inn fyri heimaliðið, ið koyrdi sigurin trygt heim í 2. hálvleiki. 49'ers var seinast í hálvfinaluni í 2013, tá liðið spældi seg í Super Bowl.

Liðið við mest sigrum í grundspælinum fall í nátt. 14 sigrar, frí seinasta vikuskifti, og heimavøllurin gjørdu ikki mun hjá Baltimore Ravens, ið ongantíð fingu sítt spæla at koyra, men eitt sinum sera vælskipaðum Tennessee Titans, ið reið á bylgjuni frá sigrinum seinasta vikuskifti, tá Mike Vrabel koppaði sínum fyrrverandi liðið og lærumeistara.

[object Object]
Vónbrotin Lamar Jackson á veg út av vøllinum. Hann hevur veruliga gjørt um seg í ár, men megnaði ikki at føra Ravens víðari móti Titans (Mynd: EPA)

Hesaferð hevði ungi venjarin funnið tí røttu ætlaninan til at tálma Lamar Jackson, ið kastaði flest touchowns í grundspælinum (36) og setti metið sum tann quarterbakkurin ið hevur runnið fyri flest yards (1,206) í einum kappingarári. 23-ára gamla stjørnuskotið fekk tó ikki sett dám á dystin. Verjan hjá Titans gav honum og hinum ravnunum høvuðbrýggj, og støðuga verjan hjá Ravnes fekk heldur ikki tamarhald á Derrick Henry. Stóri og krútsterki rennarin náddi heili 195 yards, og kastaði eitt touchown. Ryan Tannehill, quarterbakkurin, ið kom á liðið mitt í kappingarárinum, gjørdi eisini sítt. Jonnu Smith loftaði sera væl í einum førinum, og ikki langt aftaná fann Tannehill Kalif Raymond við langum kasti. Tað gjørdist ongantíð av álvara spennandi, og liðið frá Tennessee er í hálvfinaluni fyri fyrstu ferð í 19 ár.  

[object Object]
Ryan Tannehill verður fagnaður á veg út av vøllinum. Nú er spurningurin, um hann og liðfelagirnir kunnu taka tað eitt fet víðari (Mynd: EPA)

Divisional Playoffs (fjórðingsfinalurnar):
11. januar
(NFC)
San Fransisco 49'ers - Minnesota Vikings 27-10

12. januar
(AFC) Baltimore Ravens - Tennessee Titans  12-28
           Kansas City Chiefs - Houston Texans
 (í gongd nú - byrjaði kl. 20.05)

(NFC) 
23.40 Green Bay Packers - Seattle Seahawks


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder