Hondbóltur

Tjaldur og StÍF farin undir samstarv

Feløgini við Skálafjørðin fara at hava nøkur felags ungdómslið, og nýggi ungdómsvenjarin hjá Tjaldrinum fer at spæla við StÍF.

Formenninir í StÍF og Tjaldrinum

Formenninir í StÍF og Tjaldrinum

2019-07-12 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grannafeløgini, Hondbóltsfelagið Tjaldur av eystara armi og Stranda Ítróttarfelag (STÍF) av vestara armi á Skálafjørðinum, boðaðu í gjár frá, at tey hava avgjørt at samstarva. Í fyrstu atløgu snýr samstarvið seg um 1-3 felags umgdómslið; talið er ikki heilt avgjørt enn. Umframt hetta fara hini liðini hjá feløgunum báðum at venja saman við jøvnum millumbili.​

​Feløgini fáa bæði eisini gagn av einum dana komandi tvey árini. Talan er um 24-ára gamla Mads Lindkvist, sum verður nýggjan ungdómsvenjari hjá Tjaldrinum og sum kemur at spæla fyri besta mansliðnum hjá STÍF fyri komandi tvey kappingaráriðini. Feløgini skriva, at Mads ​hevur drúgvar royndir sum venjari í hondbólsfelagnum í Hillerød á Norðursælandi. Eisini hevur hann spælt við fyrstaliðnum hjá felagnum, sum spælir í 2. deild í Danmark.​

[object Object](Alexandur Johansen saman við nýggja leikara sínum Mads Lindkvist) ​

Umframt at hava yvirskipaðu ábyrgdina av allari hondbólts- og styrkivenjing hjá Tjaldur, fer Mads Lindkvist eisini at venja einstøk lið, har serligur dentur verður lagdur á at samansjóða felags Tjaldur/STÍF-liðin.

​Aage Arnoldson og Alexandur Johansen eru formenn í ávíkavist Tjaldrinum og STÍF. Teir siga í stuttari viðmerking, at feløgini gleða seg nógv til nýggja samstarvið. Teir leggja dent á fyrimunin við at standa saman, og vóna at hetta kann gera undirtøkuna fyri hondbóltinum kring fjørðin enn størri.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder