Fótbóltur

Tjúgunda FM-heitið kann koma í hús leygardagin

Vinnur KÍ á B68 fríggjakvøldið og HB tekur stig frá Víkingi leygardagin, er FM-heitið hjá KÍ tryggjað.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-11 18:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyameistaraheitið kann avgerast næsta vikuskiftið. KÍ vann í dag 2-1 móti Víkingi og er nú 12 stig frammanfyri. Fimm umfør eru eftir og harvið fimtan stig eftir at spæla um.

Sostatt kann FM-heitið verða avgjørt næsta umfar. KÍ spælir fríggjadagin móti B68, og fáa klaksvíkingar stig og Víkingur tapir móti HB leygardagin, so er tjúgunda FM-heitið hjá KÍ veruleiki.

Hetta verður í so fall annað árið á rað, at KÍ er ovast á stigatalvuni tá 27. umfør eru leikt.

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 62 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 46 stig
4. B36 36 stig
5. EB/Streymur 31 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. AB 20 stig
8. NSÍ 19 stig*
9. B68 18 stig
10. Skála 8 stig*

*Ein dyst færri


Meistaraheitini hjá KÍ

1942 – KÍ
1945 – KÍ
1952 – KÍ
1953 – KÍ
1954 – KÍ
1956 – KÍ
1957 – KÍ
1958 – KÍ
1961 – KÍ
1966 – KÍ
1967 – KÍ
1968 – KÍ
1969 – KÍ
1970 – KÍ
1972 – KÍ
1991 – KÍ
1999 – KÍ
2019 – KÍ
2021 – KÍ


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder