Hondbóltur

Tóki: - Eg skuldi bara inn at gera mína uppgávu

Vit fingu tað at sita við hæddini í verjuni og møttu teimum betri, sigur Tóki Friðriksson. Strikuspælarin kom inn í bólkafinaluni móti Rumenia og gjørdi stóran mun - uttan at hugsa so nógv um týdningin av bólkafinaluni.

Tóki í dysti mótí Týsklandi í U19 endaspælinum í 2023 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Tóki í dysti mótí Týsklandi í U19 endaspælinum í 2023 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2025-06-21 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað eru nakrir, ið spæla allatíðina, og so eru vit aðrir, sum eru til reiðar at gera mun. Vit síggja millum annað Niklas í dag, sum byrjar og ger nógv mál - sum er ordiliga flott. 

Hann er lítillátin - sterki strikuspælarin og miðverjin av Oyri sum í dag spældi stóran leiklut í stóra føroyska stórsigrinum á Rumenia. Rumenar høvdu annars vunnið tveir teir fyrstu dystirnar, og Tóki Friðriksson hevði ikki spælt nógv í tveimum teimum fyrstu føroysku dystunum. Tá Rókur Ziskason fekk reytt kort stutt fyri steðgin, var Tóki til reiðar. 

- Eg hugsaði bara um at gera mína uppgávu og serliga verja væl, sigur KÍF-spælarin við Portalin í Póllandi.

Hann fegnast um at vinna fyrstu tvídystirnar móti rumensku stjørnuni Stanciuc, og at føroyingar fingu notið seinna hálvleik í bólkafinaluni. 

Eftir 35-28 dystin kunnu ungu føroysku menninir njóta tað eitt sindur- og byrja at hyggja fram móti meginumfarinum har Danmark og Frakland bíða eftir vikuskiftið.

Hoyr samrøðuna við Tóka Friðriksson ovast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder