Hondbóltur

Tóki Krosslá Mortensen nýggjur formaður í VB

Formaðurin í nógv ár, Bogi Mortensen, takkaði fyri seg á eykaaðalfundi í vikuni.

(Mynd: Suðuroyarportalurin)

(Mynd: Suðuroyarportalurin)

2025-08-16 20:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vágs Bóltfelag hevði í vikuni eykaaðalfund, og tá varð nýggj nevnd vald.

Á aðalfundi fyrr í ár valdi stórur parti av nevndini í VB ikki at stilla uppaftur. Bogi Mortensen, sum hevur verið formaður í nógv ár, takkaði fyri seg og tað sama gjørdi kassameistarin John Henrik Holm.

Hetta skrivar Suðuroyarportalurin.

Eftir eykaaðalfundin í gjár, bleiv tað avgjørt at manna nýggju nevndina soleiðis:

Formaður: Tóki Krosslá Mortensen
Næstforkvinna: Vár Naomi Dimon
Kassameistari: Svanna Olsen
Skrivari: Rebekka Kærbech
Nevndarlimur: Jón Bjarnason
Eyka limur: Barbara Krosslá Hjelm
Eyka limur: Camilla Eið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder