Trýstið lá tungt á Týsklandi, tá stóra fótbóltstjóðin eftir trý vánalig endaspæl fyri sítt viðkomandi, og sum EM-vertur, tók ímóti Skotlandi í byrjanardystinum. Hetta trýstið lætnaði tó skjótt, tí áðrenn tjúgu minuttir vóru spældir á larmandi Allianz leikvøllinum, var 2-0 til liðið hjá Julian Nagelsmann.
Skíggjamynd: portal.fo
Týskland setti seg beinanvegin á dystin, og spælið fleyt væl. Heilt nógv umvegis føturnar á Toni Kroos, sum vendi aftur til landsliðið. Gávaði miðvallarin gevst at spæla fótbólt eftir endaspælið - hann hevur júst vunnið Champions League fyri sættu ferð. Í fyrra hálvleiki í kvøld hevði Kross yvir 50 avleveringar, og ikki ein var skeiv.
Hann byrjaði eisini álopini til tvey tey fyrstu málini. Tað fyrsta skeyt Florian Wirtz í 10. minutti av brotsteigarmarkinum. Hetta var eitt gott álop, men tað næsta var uppaftur betri: Kross fann Gündogan, sum hevði eina frálíkan sending innum verjuna til Kai Havertz. Hann legði av til eyðsýnda Jamal Musiala, sum tamdi væl og smekkaði bóltin í skotska málið.
Unga Bayern-stjørnan, Jamal Musiala, skein á sínum gamla heimavølli (Mynd: EPA)
McTominay og hinir skotarnir vóru nøkur fet aftanfyri Kroos og Týskland alt kvøldið (Mynd: EPA)
Nagelsmann kundi smílast um nógv í kvøld, og um tað at nummar 8 er aftur í einum endaspælið - her mynstrar Toni Kroos av eftir 80 sannførandi minuttir (Mynd: EPA)
Skotland fekk lítið og einki at hanga saman, og verjan sigldi til tíðir, meðan Týskland spældi skjótt og endurvann bóltin skjótt í fleiri førum. Týskt tamarhald og sigurin varð staðfestur beint fyri steðgin, tá Ryan Porteus fekk beinleiðs reytt kort fyri harða takkling í egna brotssteigi. Havertz økti trygt til 3-0 við brotssparkinum.
Í 2. hálvleiki fór leikferðin langt niður. Týskland hevði bóltin og nýtti ikki nógva megi. Skotland royndi at halda muninum niðri. Tað eydnaðist eisini gestunum at skora - hóast liðið einki skot hevði á mál. Talan var um løgið sjálvmál eftir fríspark. Millum hetta skroaði Týskland tó tvær ferðir: Fyrst innskifti áleyparin Fullkrüg, sum vann bóltin, og smekkaði hann upp í longra málhornið Í yvirtíðini var tað Emre Can, ið skoraði til 5-1 við langskoti. Hann kom við vegna avboð.
Nøktandi kvøld hjá Nagelsmann, liði hansara og mongu mælsku áskoðarunum. Fótbóltsfepurin í Týsklandi er avgjørt ikki minkaður eftir stórsigurin á Skotlandi í kvøld. Bæði liðini spæla aftur mikukvøldið.
Týsku fjeppararnir fegnaðust um nógv - fótbóltsfepurin er vaksandi í vertslandinum (Mynd: EPA)
EM 2024
Bólkur A:
Í kvøld, fríggjadagin 14.06
Týskland - Skotland 5-1 (3-0)
10' Florian Wirtz (Joshua Kimmich) 1-0
19' Jamal Musiala (Kai Havertz) 2-0
45 (+1)' Kai Havertz, br. 3-0
68' Niklas Fullkrüg 4-0
87' Sjálvmál 4-1
90 (+3)' Emre Can (Thomas Müller) 5-1
Í morgin, leygardagin 15.06
14.00: Ungarn - Sveis
Bólkur B:
Leygardagin 15.06
17.00: Spania - Kroatia
20.00: Italia - Albania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald