Annað

ToppRoss FM: Knút og Kári gjørdust stóru vinnararnir

Stóru vinnararnir í ToppRoss FM og Føroyaleikum um vikuskiftið gjørdust Knút Lützen og hesturin Kári, sum settu ikki minni enn tvey persónlig met, umframt at vinna Samreiðsteypið – og afturat tí gjørdist Knút eisini ársins reiðfólk.

Knút Lützen og hesturin Kári frá Ásbrú gjørdust stóru vinnararnir í vikuskiftinum

Knút Lützen og hesturin Kári frá Ásbrú gjørdust stóru vinnararnir í vikuskiftinum

2021-07-12 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kappast hevur verið í nógvum greinum um vikuskiftið, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum. Byrjað varð hósdagin við innleiðandi í V5, T7, V5 barnaflokki og T7 barnaflokki. Fríggjadagin vóru innleiðandi í T2, V1, V1 ung, F1, T1 ung og T1. Allar finalurnar vóru leygardagin, tá Føroyaleikir á fyrsta sinni samstundis vóru hildnir í Havnardali.

Tveir altjóða dómarar vóru komnir at døma kappingarnar –Halldór Gunnar Victorsson og Hínrik Már Sigurðsson. Tað er gott at fáa “nýggj” eygu viðhvørt – eisini fyri at meta um, hvussu støðið á dømingini her heima er, og bæði føroysku og altjóða dómararnir vóru rættiliga javnir, so væl var dømt.

Til hesa seinastu kappingina í ár varð skipað soleiðis fyri, at børnini vóru í flokki fyri seg.

Knút Lützen á hestinum Kára frá Ásbrú høvdu ein sera góðan dag leygardagin, tá finalurnar vóru. Umframt at gerast nr. eitt í bæði T1 (tølt) og V1 (fjórðgongd), settu teir persónlig met í báðum við miðalkarakterunum 7,9 í T1 og 7,2 í V1 – og hetta eru allarhelst eisini hægstu miðalkarakterir yvirhøvur í hesum kappingunum.

Vinnarastreymurin steðgaði ikki her, tí dómararnir valdu eisini at geva Knúti Samreiðssteypið.

– Hetta var ein fantastiskur dagur. Men tað allarbesta var at vinna Samreiðsteypið!, segði ein fegin Knút Lützen.

Samreiðssteypið verður givið tí parinum, har best samband er millum ross og reiðfólk – og hetta hevur nógv at siga fyri Knút, sum afturat øllum hesum, eisini vann heiðurin: “Ársins reiðfólk”.

Føroyaleikir 2021
Føroyaleikir 2021 vórðu hildnir samstundis sum FM, og vinnararnir fingu flottar medaljur. Harumframt fingu allir luttakarar, hjálparfólk og dómarar vakrar t-shirts og drekkidunkar. Eisini bjóðaði HiddenFjord leskiligt laksasat og Kirvi bjóðaði vatn og íste í steðginum.

Við hugnaløtu um kvøldið, har borðreitt varð við góðum mati, endaði eitt gott kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi. Hóast korona hevur spøkt til tíðir, hevur tað eydnast at hildið allar kappingarnar.


Úrslit

Vinnarar, T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Gunnar Justinussen og Bastian frá Þóreyjarnúpi
Nr. 3 Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum

Vinnarar, T1 Ung
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 2 Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed
Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Stilkur fra Frisendal

Vinnarar, T7
Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum
Nr. 2 Margret Rasmussen og Stefnir frá Typpafossi
Nr. 3 Óluva á Lofti og Hágangur fraTindsgarði

Vinnarar, T7 børn
Nr. 1 Ranja HalsdóttirDjurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2
Nr. 2 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði
Nr. 3 Beinta Niclasen og Hulda fra Nordal

Vinnari, T2
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

Vinnarar, F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum
Nr. 3 Halla Askersdóttir Hansen og Gáta frá Víðinesi

Vinnarar, V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
Nr. 3 Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli

Vinnarar, V1 ung
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed
Nr. 3 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Spegill fra Hodsager

Vinnarar, V5
Nr. 1 Óluva á Lofti og Hágangur fraTindsgarði
Nr. 2 Jacklin Durhuus og Kleópatra frá Kolsholti 3
Nr. 3 Sonja Síminardóttir og Vafi frá Miðási

Vinnarar, V5 børn
Nr. 1 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili
Nr. 2 Ranja HalsdóttirDjurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2
Nr. 3 Ása Maria Vágsheyg og Björk frá Hlemmiskeiði 3

Vinnarar av Røktartallerkinum gjørdist Óluva á Lofti, og Samreiðsteypið van Knút Lützen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder