2022-04-11 07:14
Team Klaksvík spældi seg í ár í endaspælið á fyrsta sinni, og endaði við at fáa triðja plássið og bronsu í Burn deildini.
Ein av stóru profilunum í Team Klaksvík er Vuk Stevanovic, og Norðlýsið skrivar nú, at hann ikki heldur fram í felagnum.
Frá góðum keldum sigur Norðlýsið seg vita, at Vuk Stevanovi helst skiftir til KÍF komandi kappingarár. Kollfiriðingar endaðu á øðrum plássí deildini í ár.
Vuk Stevanovic bleiv toppskjútti í deildini í ár við 189 málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald