Tað er frálíkt fótbóltsveður á Fløtugerði í Fuglafirði, nú ÍF hetta mánakvøld tók móti grannaliðnum í Víkingi.
ÍF byrjaði dystin defensivt við síni fýra-baksketu og løgdu teir á við defensivum spæli. Varligir í báðum pørtum av spælinum, meðan grannaliðið Víkingur, sýntist at vísa tenn heilt frá byrjan av. Víkingur byrjaði somuleiðis við tveimum miðverjum og tveimum vongbakkum.
Hjá Víkingi líktist liðið tí sama, sum í undanfarnu dystunum. Hjá ÍF vóru nýggju leikararnir úr Klaksvík, Silas Gaard og Símun Kalsø, við frá byrjan. Teir eru frá í summar og til kappinenda í ár, útleigaðir frá KÍ.
Fyrsta málið kom eftir knappar tólv minuttir, tá Olaf Bárðarson spældi til Jørgen Nielsen, sum snilt sá ein frían Sølva Vatnhamar. Veteranurin á víkingaliðnum skuldi ikki brúka rúma tíð til umhugsanar, áðrenn hann setti bóltin hegnisliga í netið.
Sølvi Vatnhamar var stórspælandi, við fleiri sera stórum málmøguleikum. Serliga var tað ein í 25. minutti, har Sølvi kom at standa at kalla beint frammanfyri fimm-meturin í ÍF brotsteiginum. Við dundurskotið royndi hann, men lukkutíð fyri heimaliðið rakti bólturin ein verjuleikara og fór útum.
Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar til heimaliðið. Í fyrra hálvleiki hevði ein væl spælandi Silas Gaard eina renning uppá nærum hálvan fótbóltsvøll, har hann snýtti fleiri mótstøðuleikarar av. Tað má sigast, at ungi klaksvíkingurin hevur serstøk evnir til at renna djúpt og loysa verjuna hjá mótstøðuliðnum upp.
Komin út til seinna hálvleik, tóktist ÍF leikararnir tryggari og róligari á bóltinum. Í hevði longui eftir ein minutt í seinna hálvleiki ein fínan málmøguleika, har Uros mundi lirka bóltin uppum Víkinga-málverjan, men til fánýtis.
Stutta løtu seinni varð Sølvi Vatnhamar spældur fríur í vinstru síðu, og hóast trýstur av ÍF verjuni, spældi hann púra kalt bóltin til sínu høgru og har var Poul Kallsberg fríur. Hetta er hansara mál nummar níggju, og er hann sostastt javnur við Finnur Justinussen í málum.
Víkingur átti at kalla alt spælið, hóast ÍF í løtum kundi skapa støður. Tað bleiv hóast alt ikki so vandamikið sum heimaliðið hevði vónað. Eina løtu, tá Víkingur høvdu ein stórt momentum, bleiv Olaf Bárðarson spældur fríur á høgru síðu og fekk dribbla seg innum víkingaverjuna. Komin væl inn í brotsteigin, snýtti hann málverjan í ÍF málinum og setti bóltin inn til 3-0 til eysturbúgvarnar úr Gøtu/Leirvík.
Olaf Bárðarson skoraði helst ársins mál á Fløtugerði hetta árið. Úr 30 metrum, uttan at vita sær stórvegis ráð, hvønn hann nú skuldi spæla til, velur hann at taka langskotið. Ísakaldur og kyniskur, setur hann bóltin í netið hjá ÍF.
Sølvi Vatnhamar fekk enn eitt mál, tá hann í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, hegnisliga setti bóltin í netið. Hetta gjørdist ikki síðsta mál í dystinum. Eftir hetta málið, gjørdist brekkan ov brøtt hjá fuglfirðingum og spurdi ongin vandamikil støða burturúr spælinum hjá heimaliðnum eftir hetta. Í síðstu sekundunum av vanligu leiktíðini, setti innskifti Signar á Brúnni bóltin í netið, til 6-0 til Víking.
Hesir byrjaðu inni fyri ÍF: Jákup N. Olsen (MV) – Símun Kalsø, Bogi Petersen, Peter S. Ullum, Gundur Petersen, Ruben M. Nielsen, Karl Løkin, Jóhann J. Højbro, Silas Gaard, Kasper Sommerstedt og Uros Stojanov.
Hesir vórðu innskiftir fyri ÍF: Jógvan á Lakjuni, Tonni Thomsen, Rúnar Johnsson, Jákup Andrias Thomsen og Rógvi Matras.
Gul kort: Ruben M. Nielsen 22’ og Símun Kalsø 44’
Hesir byrjaðu inni fyri Víking: Bárður á Reynatrøð (MV) – Ari Olsen, Atli Gregersen, Anbjørn Svensson, Bergur Gregersen, Poul Kallsberg, Aron Ellingsgaard, Geza Turi, Olaf Bárðarson, Sølvi Vatnhamar og Jørgen Nielsen.
Hesir vórðu innskiftir fyri Víking: Jákup Johansen, Ingi Jonhardsson, Finnur Justinussen, Árni Atlason og Signar á Brúnni.
Støðan í Betri deildini hjá monnum er nú hendan:
Stigtalvan eftir 17. umfari
Hinir dystirnir í 17. umfari endaðu soleiðis:
29.07: B68 - NSÍ 1-4
04.07: 07 Vestur - KÍ 0-4
05.07: HB - Skála 3-0
05.07: EB/Streymur - B36 0-4
05.07: ÍF - Víkingur 0-6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald