- Eg og Jákup hava havt dialog í eina tíð nú. Eg kenni væl Jákup og restina av venjaratoyminum í B68, og tað hevur heilt sikkurt verið ein avgerðandi faktorur í mínari avgerð.
Hetta sigur Tórður Thomsen við Facebook-síðuna hjá B68 í kvøld, í samband við at hann hevur skrivað undir sáttmála fyri 2023 sum spælari og partur av venjaratoyminum á Svangaskarði.
Royndi málverjin hevur spælt saman við Jákup á Borg í B36 og hevur núverandi B68-venjarin eisini verið venjari hjá Tórði í B36, har hann vann tvey FM heiti (2014 og 2015) og eisini heiti sum ársins málverji eina ferð.
Samanlagt hevur Tórður Thomsen vunnið fýra FM-heiti. Umframt tey sum fyrsti málverji í B36, so kom gull um hálsin í 2010, tá Tórður var HB'ari og spældi átta dystir, og í 2007 tá hann var eykamálverji hjá Jens Martini Knudsen í barndómsfelagnum NSÍ.
Nú er Tórður Thomsen 36 ár, og hevur hann valt at skifta úr NSÍ, ið hann hevur umboðað seinastu fimm árini, til grannarnar.
- Tá man kemur í mín aldur sum fótbóltspælari, so eru tað nógvir spurningar, sum man skal spyrja seg sjálvan, og hóast eg leingi havi verið í iva um, hvat eg ætli mær, so følist hetta sum tann heilt rætta avgerðin fyri meg, har eg fái ment meg sum spælara, venjara, og týdningarmest av øllum persón
36-ára gamli Tórður Thomsen saman við formanninum hjá B68, Ian D. Jacobsen, á Svangaskarði í kvøld. (Mynd: Tofta Ítróttafelag)
Hetta sigur Tórður Thomsen í kvøld eftir fyrstu venjing sína saman við nýggju liðfeløgunum á Svangaskarði, og lýsir hann nýggja felag sítt sum eitt felag og eitt lið í menning, sum hevur høgar ambitiónir, eitt sera sterkt venjaratoymi, ein góðan og hartarbeiðandi felagsskap og millum bestu umstøður í landinum.
Tórður Thomsen var fyrsti málverji hjá B68 í 2006 og 2011, og umframt omanfyri nevndu feløg, hevur royndi málverjin av eystara armi av Skálafjørðinum umboðað AB og ÍF. Samanlagt hevur hann spælt 344 dystir í Betrideildini, umframt 32 steypadystir og 13 evropeiskar dystir. Tórður hevur eisini javnan verið partur av A-landsliðshópinum, og er hann skrásettur fyri tveir venjingardystir.
B68 skrivar, at Tórður Thomsen kemur at hava eina sokallaða "multi-funktión" í felagnum, sum inniber, at hann kemur at vera málverji og hann kemur eisini at vera í venjaratoyminum hjá Jákupi.
Sum skilst skal hann hava ábyrgd fyri málmansvenjingini men eisini stuðla undir høvuðsvenjaranum. Andre Olsen er enn hjálparvenjari í felagnum, sum endaði á 6. plássi í fjør og sum endaliga sendi NSÍ - við Tórða í málinum - niður í 1. deild.
Benjamin Schubert valdi at halda fram í B68, og verður danin helst framhaldandi fyrsti málverji, men B68 hevur nú ein ógvuliga royndan málverja afturat í hópinum.
Tøl: Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald