Fótbóltur

Torført at síggja veikleikar hjá kekkum – eru tó í betri støðu enn seinast

Hóast Kekkia vann 5-0 í venjingardysti í november, so hava landsliðsvenjarin og liðformaðurin góðar vónir til EM-undankappingardystin á Tórsvølli í morgin.

Håkan Ericson og Viljormur Davidsen á tíðindafundi um middagsleitið (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson og Viljormur Davidsen á tíðindafundi um middagsleitið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-16 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðindafundur var á Tórsvølli fyri løtu síðani, í sambandi við at A-landsliðið við monnum spælir EM-undankappingardyst móti Kekkia í morgin.

Sum vant løgdu landsliðsvenjarin og liðformaðurin út við at siga nøkur orð á enskum – hetta er krav frá UEFA. Håkan Ericson segði millum annað, at hann nú fyri fyrstu ferð kennir summarið í Føroyu, Umframt at fegnast um veðrið, segði sviin, at liðið higartil hevur havt tríggjar góðar venjingar. Eisini hava spælarar úr hópinum vitja børn í Tórshavn og á Glyvrum, og í gjárkvøldið vóru konur og damur  saman við spælarunum og ótu

Taptu 5-0 í november – kunnu vinna hesa ferð
Tað er ikki so vanligt, at A-landsliðið hevur spælt venjingardyst móti einum mótstøðuliði so stutt áðrenn ein undankappingardyst. Í november vóru Føroyar í Kekkia – hetta var áðrenn lutakastið til EM-undankappingina – og vórðu hølvaðir av.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Vit fylgdu ikki dystarætlanini og megnaðu ikki at hanga í teimum – nakað sum í seinna hálvleiki. Teir manglaðu teirra stjørnuáleypara, men tað gjørdi ikki mun Tað er torført at síggja greiðar veikleikar hjá kekkum – vit eru tó í betri støðu at standa ímóti teimum enn í november og hava fyrireika okkum væl uppá tær. Vit trúgva uppá ein sigur móti teimum í morgin, staðfestir Håkan Ericson.

Tað eru nærum átta mánaðir síðani venjingardystin í Brno og næstan tríggir mánaðir síðani dystirnar í Moldova (EM-undankapping) og Norðurmakedónia (Venjingardystur). Håkan Ericson segði á tíðindafundinum í dag, at tað var eitt  “hart prát” eftir Moldova-dystin, har liðið hevði mist leiðsluna og ikki víst seg væl fram í seinna hálvleiki. Nú hevur toymi og hópurin eftirmett seinastu dystirnar, og tikið tað við, sum brúkast kann.

Sum vanligt vildi høvuðsvenjarin ikki siga stórvegis um liðið. Meinhard Egilsson og Patrik Johannesen eru úti við álvarsamum skaðum, og í mun til seinast er Mads Boe Mikkelsen ikki við. Nakrir nýggir spælarar eru komnir inn, og helst verður talan um nýggja leikskipan kundi Håkan Ericson ikki staðfesta.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Uppá spurningum um hendingin í mjørkadystinum á  Svangaskarði í 1998, har kekkar “snýttu okkum” spælir nakran leiklut, so svaraði landsliðsvenjarin, at kekkisku spælararnir, ið spæla nú, ikki eru við, og at hetta ikki spælir inn. Tað snýr seg meira um tað mentala: Er man bangin fyri at tapa stórt aftur, ella fær man vent tí og lønt kekkum aftur.

Fyri liðformannin Viljorm Davidsen snýr tað seg eitt sindur um at sleppa hondbremsuni:

- Tað eru tey stóru kvøldini á Tórsvølli, sum seta seg fast, og tað sum vit spælarar tosa um. Vit hava gjørt tað fyrr, og í annaðkvøld skulu vit sleppa hondbremsuni eitt sindur.

Vit gjørdu samrøðu við millum annað Viljorm eftir tíðindafundin. Tær verða at síggja seinni í dag. Í løtuni hevur A-landsliðið sína síðstu venjing undan undankappingardystinum í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder