Torkil Veihe, Føroya einasti professionelli súkklari, hevur stórar ætlanir til tíðarkoyringina, sum verður í kvøld.
Tíðarkoyring er tá súkklararnir verða sendir avstað ein og ein og teir ikki hava loyvi at fylgjast og hjálpa hvørjum øðrum. Tað er bara klokkan, sum telur.
Súkklararnir verða sendir avstað á suðurspíssinum av Gibraltar, og skulu so súkkla tvær ferðir aftur og fram framvið eysturstrondina. Hvørt umfar er umleið 8,3 kilometrar. Tá súkklararnir koma til máløkið aftur aðru ferð, verður so sermerkti, umleið 4 kilometra langi teinurin niðan á fjallið.
Í støðum eru brekkurnar sera brattar. Komnir heilt niðan skulu teir snúgva seg eftir smølum fjallagøtumeftir eggini í náttúrulundini millum apurnar yvir til "The cable car station", støðina, har fólk kunnu koma upp við rennistrongi – ein sermerkt ruta.
- Brekkurnar eru harðar, og har hava teir løttu súkklararnir ein fyrimun. Eg eri eitt sindur ov tungur til slíkar brekkur, men mín ætlan er at vinna so nógv í tempokoyringini at byrja við, at tað leggur upp fyri tíðina, sum eg komi at missa í brekkunum niðan, sigur Torkil Veyhe undan kappingini.
- Eg vil vinna
Hann hevur kannað hinar súkklararnar eitt sindur, og metir Guernsey-búgvan, sum vann sunnudagin, og so Saaremaa-súkklararnar at koma av vera drúgvastu kappingarneytar. Men Torkil setir sær sjálvum hørð krøv:
- Eg skal á sigursskammilin í kvøld. Alt annað enn eitt fyrstapláss er eitt vónbrot fyri meg.
Av tí, at Torkil vann tíðarkoyringina á oyggjaleikum seinast, fær hann fyrimunin av at byrja seinast av øllum súkklarunum. Harvið kann hann eisini fáa kunning um hvussu gongst allan vegin niðan eftir fjallinum.
Kappingin fyri kvinnurnar – har Súsanna Skylv Sørensen kann koma at gera seg galdandi, verður mett – byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Menninir byrja klokkan 18.30. Bert ein minuttur er millum, at hvør súkklari fer avstað. Torkil byrjar sum tann seinasti kl. 18.49.
(broytt 18.26)
Eftir hesum vegnum aftanfyri skal seinasta strekkið í kvøld súkklast (Mynd: Jens Kr.Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald