Havnar Bóltfelag hevði í kvøld ársaðalfund. Nógvir limir vóru møttir, og fyrst á skránni var formansrøðan, har greitt var frá tí farna árinum, og hvat liggur fyri framman.
Roknskapurin, ið vísti eitt yvirskot upp á góðar 400.000 krónur, og varð góðkendur, skrivar HB.
Undan fundinum var greitt at formaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, tók seg úr nevndini, av tí at hann nú er landsstýrismaður í heilsumálum. Eisini hevði starvsnevndin avgjørt, at talið av nevndarlimum skuldi hækkast úr fimm upp í seks limir.
Tveir nevndalimir, Tormóður Stórá og Jóannes Mouritsen, stóðu fyri vali, og vóru báðir afturvaldir. Samstundis skuldu tveir nýggir limir veljast. Nevndin skeyt upp at Bjarni Joensen og Páll Mohr Joensen komu nevnd, og tað var einmalt samtykt.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
• Tormóður Stórá, formaður
• Thomas Juul S. Thomsen, varaformaður
• Jóannes Mouritsen, peningarøkil
• Ransin N. Djurhuus, nevndarlimur
• Bjarni Joensen, nevndarlimur
• Páll Mohr Joensen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Tummas Óli Mortensen og Bent Tommy Linklett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald