Annað

Tórshavn Boksing 10 ár

Felagið hevur opið hús í morgin í felagshølunum undir Badmintonhøllini.

2026-05-08 13:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin, leygardagin 9. mai, hátíðarheldur felagið Tórshavn Boksing at tað eru liðin 10 ár síðan felagið varð sett á stovn.

Dagurin verður hátíðarhildin í hølunum hjá felagnum í kjallarahæddini undir Badmintonhøllini á Gundadalsvegi 12.

Á middegi verða dyrnar latnar upp, og øll eru vælkomin á gólvið til eitt prát, hugna og hyggja eftir boksing. Meðan opið hús tiltakið er, hevur felagið nakrar venjingar koyrandi.

Eisini verða røða hildin, og gávur handaðar, m.a. frá vinafelag í Danmark. Tiltakið endar klokkan 15.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder