Felagið Tórshavn Boksing hevur so stóra framgongd, at tað longu hevur vaksið seg ov stórt at húsast í núverandi hølunum undir ítróttarhøllini á Hálsi, sum tað hevur saman við judo og borðtennisítróttini.
Í næstum flytir felagið inn í størri hølir inni á Hjalla.
Um vikuskiftið skipaði Tórshavn Boksing fyri venjingarlegu við luttøku av trimum boksivenjarum úr Danmark. Har varð arbeitt við øllum frá teknikki til sparring umframt fínstillingar av smálutum og vinklum.
Felagið sigur í fráboðan, at donsku venjararnir vóru ovfarnir av høga støðinum og forminum hjá føroysku boksarunum.
Samstundis gjørdi boksifelagið eisini eina samstarvsavtalu við Spf. Meng, sum er ein fyritøka, ið arbeiðir við eini sokallaðari kontaktpersóns-skipan har tey hjálpa ungum í aldrinum 10 til 18 ár við avbjóðingum/trupulleikun. Boksifelagið og smápartafelagið royna saman at hjálpa ungum við at bjóða teimum persónliga venjing og at vera partur av felagsskapinum.
Av Hálsi inn á Hjalla
Í sambandi við hesa samstarvsavtaluna er eisini gjørd avtala um hølir. Tórshavn Boksing og Spf. Meng flyta í summar inn á Hjalla, har felagið fær møguleika at mennast í nógv størri hølum enn nú.
Hetta hevur verið ynski hjá felagnum í longri tíð, tí umstøðurnar á Hálsi hava verið ein forðing fyri menning av felagnum. Við hølunum verður eisini møguleiki at bjóða fleiri sløg av venjingum, motiónslið, ungdómslið, familjuboksing og persónlig venjing av ungum við avbjóðingum.
Arbeitt verður eisini við øðrum tilboðum at byrja í heyst, eitt nú parkinsonboksing og eitt tilboð um lektiuhjálp í sambandi við boksivenjing.
Tórshavn Boksing hevur nú eisini fingið ein boksiring í fullari stødd, tann fyrsti í Føroyum av sínum slag. Hetta kom í lag í vetur við góðum stuðli frá fleiri fyritøkum. Felagið roynir nú eisini at finna pengar til aðra neyðuga útgerð og tilfar til umklæðingarmøguleikar í nýggju hølunum. Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald