Annað

Tórshavn Marathon í fagrasta veðri

Omanfyri 400 luttakarar úr fleiri enn 34 londum runnu í dag Tórshavn Marathon.

(Mynd: Bragdið)

(Mynd: Bragdið)

2023-06-04 22:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fagrasta summarveðri í dag, hava omanfyri 400 luttakarar úr fleiri enn 34 londum runnið Atlantic Airways Tórshavn Marathon.

Sólin skein oman og niðan, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, sendi allar rennararnar avstað úr Vágsbotni kl. 13.00 seinnapartin.

Hóast høvðusgreinin í dagsins rennikapping er marathonteinurin, var eisini kappast á stytru teinunum 5km og 10km og ½ marathon. Eisini vóru nógv, sum høvdu tikið av møguleikanum at ganga ½ marathon.

Av tí at runnið verður fleiri teinar, streymaðu rennarar á mál í Vágsbotni frá umleið klokkan 13.20 og til málið lukkaði klokkan 19 í kvøld. Tá høvdu nakrir rennarar runnið í útvið 6 tímar.

Vinnararnir av Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023 vóru:

Oliver Granhøj, Bragdið, 2:57:48

Lydia í Lambanum, Roysnið, 3:39:07

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder