2018-08-30 12:17
Týsdagin var móttøka fyri manningini á 10 mannafarinum Orminum Langa. Ormurin Langi stóð fyri heilt fitt av dramatikki og spenningi á summarstevnunum í ár, og endaði við at vinna bæði FM heitið og Ólavsøkuróðurin.
Sum vant heiðrar Tórshavnar kommuna vinnandi liðum og einstaklingum úr havnarfeløgunum, og hesum dagurin var onki undantak. Í næstum verður móttøka fyri hinum vinnandi manningunum hjá róðrarfeløgunum í Havn, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald