Fótbóltur

Torusláttur ávirkar NM í Danmark

Føroyar - Norðurírland kundu ikki spæla í gjárkvøldið og heldur ikki nú, og Bjarki Danielsen noyddist tvær ferðir at steðga dystinum millum Ísland og Finnland.

Jón Marni Johannesen, Bjarki Danielsen, og teirra norski starvsfelagi undan dystinum millum Ísland og Finnland, sum varð steðgaður tvær ferðir orsaka av ógvusligum toruslátturi - Mynd: Andrass Thomsen/FSF

Jón Marni Johannesen, Bjarki Danielsen, og teirra norski starvsfelagi undan dystinum millum Ísland og Finnland, sum varð steðgaður tvær ferðir orsaka av ógvusligum toruslátturi - Mynd: Andrass Thomsen/FSF

2019-08-08 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár skuldu U17-liðini hjá Føroyum og Norðurírlandi spæla, men tað var ikki spælandi í Langeskov orsakað av áhaldandi torusláttri.

Les eisini: U17: Avlýst vegna torusláttur

Ógvusligur torusláttur hevði eisini við sær, at Bjarki Danielsen tvær ferðir noyddist at steðga dystinum millum Ísland og Finnland. Dysturin varð tó gjøgnumførdur. NM er partur av dómarasamstarvinum millum orðurlond, og Bjarki er við sum dómari, og Jón Marni Johannesen sum hjálpardómari. 

Dagført 12.50: Dysturin millum Føroyar og Norðurírland skuldi verða settir í gongd klokkan 12, men er aftur fluttir orsakað av toruslátturi. Hann verður leiktur klokkan 18.00

 
 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder