Fótbóltur

U17: Avlýst vegna torusláttur

Føroyar og Norðurírland komu ikki á vøllin í Langeskov í kvøld. Ístaðin verður dysturin spældur í Nyborg klokkan 13.00 í morgin.

Mynd: Under17 Boys Open Nordic Tournament 2019

Mynd: Under17 Boys Open Nordic Tournament 2019

2019-08-07 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst varð dysturin útsettir 20 minuttir, síðani eina løtu afturat, men toruslátturin helt fram, og tá er ikki ráðiligt at spæla. Tí varð NM-dysturin ímillim føroyingar og norðurírar á Fjóni útsettir til í morgin.

Les eisini: U17: Føroyar skulu reisa seg

Tað er ikki nakað kent fyribrigdi, at dystir ikki verða leiktir vegna veður, tá føroysk landslið fara uttanlands at spæla. Dysturin verður ístaðin leiktur klokkan 13.00 í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder